Nýhugsan og íverksetan er ein háttur at liva uppá, og skúlin kann vera hugsaður heilt av nýggjum, um vit ikki eru so bundin av tankanum um, at vit skulu ganga í skúla, fyri at fáa eitt starv, segði Uffe Elbæl millum annað á íverksetaradegnum.
- Hugsa tær til, um tú fór í skúla, tí tú vildi skapa størv! Og ikki tí tú vildi hava eitt starv. So hevði alt skúlaverkið verið hugsað av nýggjum, og sæð heilt annaðleiðis út, segði Uffe Elbæk.
Tá vit tosa um íverksetarar, hugsa vit ofta um businessfólk. Vit hugsa um vinnu, slips og klædning í samband við íverksetarí.
Í veruleikanum eru sjey sløg av íverksetarum um vit hyggja at tí, sum hevur størst týdning - nemliga hvat tað er, sum drívur verkið, sigur Uffe Elbæk.
Uffe Elbæk heldur, at tað finnast 7 sløg av íverksetarum.
1 Businessmaðurin / kvinnan er íverksetarin, sum er drivin av ynskinum um at vinna pengar.
2 Fjallaklintrarin er íverksetarin, sum elskar ein avbjóðing, og er drivin av ynskinum um at vinna á avbjóðingum
3 Barnið, er tann, sum elskar at spæla, og sum er drivin av leikinum og heldur, at tað er stuttligt at finna uppá nýggjar hættir at gera tingini uppá.
4 Idealisturin er drivin av einum ynski um at geva nakað aftur til tað samfelagið, sum viðkomandi er uppvaksin í.
5 Arvingurin hevur eitt ynski um at føra nakað víðari, sum foreldrini ella omman og abbin hava tikist við. Hon vil vísa, at hun dugir enn betur at gera tingini.
6 Tann altjóðagjørdi er drivin av einum ynski um at koma út í verðina, og finna samstarvsfelagir í altjóða høpi
7 Yvirlivarin er tvungin til at gera tað fyri at yvirliva
Ofta hava vit lyndi til at fokusera á vinnufólkini - ella "businesstypuna". Tað er av týdningi, at vita, at tað eru ymiskynski, sum dríva fólk, um man vil náa út til øll, sigur Uffe Elbæk. Vandi er fyri, at vit tosa forbí hini, um vit einans hava fokus á vinnufólkini, sigur Uffe Elbæk.
Hansara ráð til allar íverksetar er, at tá tað er hart, so finn útav: Hví geri eg hettar her? Hvat er tað, sum drívir meg? So veist tú eisini, hvussu tú skalt handfara tína støðu, og um tú skalt halda á fram.
Kaospiloturin Uffe
Í 2007 flutti Uffe Elbæk til Keypmannahavnar og var stjóri fyri altjóða mannarættinda- og ítróttarstevnuni fyri samkynd "World Outgames 2009".
Hann var mentamálaráðharri frá oktober 2011 til december 2012. Hann meldaði seg út úr Radikale Venstre og stovnaði nýggja flokkin "Alternativet" fyri kortum.
Sjálvur er hann sosialnámsfrøðingur, men hevur altíð verið íverkseti, og hann stendur aftanfyri nógvar nýhugsandi verkætlanir í Danmark.
Hann var við til at stovna útbúgvingina "Kaospiloterne" í 1991 og var rektari har fram til 2006. Harumframt var hann leiðari á íverksetaraumhvørvinum "Frontløberne frá 1982 til 1991.