Tróndur Sigurðsson, Valevni fyri Javnaðarflokkin
----
Ein atkvøða til BADH flokkarnar 13. november er ein stuðul til ekstrema høgrapolitikkin
Heldur tú tað vera í ordan, at hálønt fáa 7000 krónur í skattalætta um mánaðin, meðan láglønt einki fáa?
Er tað í lagi at taka frá komandi ættarliðum við at forskatta pensiónir?
Er tað ókey, at samgongan noktar at pilka við ta fúlu skipanina við koyripengum?
Tekur tú undir við, at makrelkvoturnar verða lutaðar út politiskt?
Heldur tú tað verða rætt at skerja mentanina? At áseta brúkaragjøld í heilsuverkinum? At niðurleggja landsbankan?
Kennir tú teg trygga/n undir leiðsluni hjá Jørgeni og Kaj Leo?
Kommunuval snýr seg ikki um landspolitikk. Men á kommunuvalum geva fólk kortini til kennar hvat tey halda um landspolitikkin.
Um flokkarnir í samgonguni vinna kommunuvalið, so fara teir at siga, at teir við hesum hava fingið prógv fyri, at teirra politikkur hevur undirtøku.
Hevur tú hug at geva teimum hetta herðaklappið? Vilt tú stuðla tí ekstrema høgrapolitikki, sum vit uppliva í løtuni?
Um tú vilt vísa, at tú IKKI tekur undir við øllum hesum – so veitst tú, hvat tú skalt velja!