Stevnan verður frá 20. til 23.juni. Garðabær, sum er millum Reykjavík og Havnarfjørðin, var eina ferð vinarbýur hjá Havnini. Tey í Norrøna felagnum í Garðabæ vilja fegin hitta føroyingar á stevnuni í summar og siga, at limir í Norrønu feløgunum í Føroyum eru vælkomin. Til ber at gista heima hjá fólki í Garðabæ. Hevur onkur hug at fara, ber til at siga Norrøna Felagnum í Føroyum frá.
Skeið í íslendskum
Í juli verða skeið í íslendskum máli og íslendskari mentan fyri útlendingar. Byrjanarskeið verður frá 1. - 12.juli og framhaldsskeið frá 15. -26.juli. Hvørt skeiðið kostar 3.000 danskar krónur, harafturat koma ferðin og uppihaldið. Norðurlandahúsið í Reykjavík kann útvega innivist.
Skeiðini vera í Reykjavík.
Umsóknarblað og upplýsingar eru á heimasíðuni www.nordice.is