Vinarlag skal standa sína roynd

Stórur partur av umsitingini og politikarum hjá Tórshavnar Býráð eru við í ferðalagnum, sum kom til Reykjavíkar mikudagin

Tað eru ofta hópur av trúføstum áskoðarum, sum fylgja við føroyska landsliðnum, tá dystir verða leiktir uttanlands.
Stórur partur av hesum eru tíðum tey somu ferð eftir ferð, men í flogfarinum hjá Atlantic mikudagin vóru tó eisini nøkur, sum ikki eru heilt so føst í hesum sambandi.
Tórshavn og Reykjavík eru vinarbýir, og nú landsdystur landanna millum skal spælast í Reykjavík, er stórur partur av býráðnum í Reykjavík. Tað eru nú eisini onnur ørindi á skránni.
- Tað er soleiðis, at grunnurin , Nuuk-Tórshavn-Reykjavík, hevur sín árliga fund í Reykjavík í ár, og tað fall soleiðis, at hetta var jús í somu døgum, sum landsdysturin skuldi spælast, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn.
- Upprunaliga var tað ikki partur av ætlanini at fara til landsdyst, men nú alt liggur somikið væl fyri, gjørdu vit av at bjóða teimum íslendsku og grønlendsku umboðunum til dystin.
Og sjálvt um slíkar innbjóðingar ofta verða sendar, til tess at styrkja um vinarlagið millum partarnar, so ivaðist Jan sjálvur í, hvørt hetta fór at hjálpa nakað serligt í so máta.
- Tað veit eg nú ikki. Eg segði í øllum førum við íslendsku vertirnar, at tað helst var nokk so gott, at vit skuldu avstað alt fyri eitt, sum dysturin er liðugur. Eg rokni í øllum førum ikki við, at teir høvdu verið so øgiliga blíðir, eftir at okkara menn hava vundið burtur úr Íslandi.