Vinarligasti høvuðstaður í heimi er nú komin á fløgu

Tórshavnar Kommuna hevur nú savnað eitt hav av upplýsingum um Kommununa á eini sera hentari fløgu

Fish Fair 05

? Ein talgild ferð ígjøgnum heimsins vinarligasta høvuðstað.
Tey spara seg ikki í Tórshavnar Kommunu, tá ið tey skulu reklamera fyri eini nýggjari fløgu, tey hava gjørt.
Hvussu vinarlig Tórhavn er, kann sjálvandi diskuterast. Men diskuterast kann tað ikk, at Tórshavnar Kommuna hevur gjørt eina sera forvitnisliga fløgu um Kommununa.
?Hetta er ein ætlan, sum vit hava arbeitt við í eini tvey ár, sigur Niels Uni Dam á kommununi, sum er ein av teimum, sum hevur arbeitt við fløgunum.
Hann sigur, at á fløguni eru savnaðir eitt hav av upplýsingum um Kommununa oghesi uplýsingar eru bæði á føroyskum og á enskum.
Og tað er alt samalt prýtt við vøkrum myndum.
Fløgan er býtt sundur í øki, bæði landafrøðiliga og í ymisk vinnuøki.
Hann sigur á fløguni er eitt stutt, søguligt yvirlit allar bygdirnar í kommununim eins og upplýsingar um vinnulív og alt møguligt annað.
Av meiri forvitnisligum, eru eisini tvær gonguferðir í Kommununi lýstar.Ein gonguferð er frá Kongabrúnni, út á Tinganes, niðan í Viarlundina og hann endar í listaskáanum.
Hin gonguferðin er frá Krosssinum á Velbastað, niðan á Kirkjubøreyn og hon endar í Múrinum í Kirkjubø.
Fyribils er í hvussu so er ikki ætlanin, at hendan fløgan skal vera til keyps í handlinum.
-? Hetta er ein fløga sum er ætlanin er at umboð fyri kommununua skulu havavið sær á uttanlandsferðum og tá ið útlendskir gestir vitja í Havn og vit skulu greiða frá um kommununa, sigur hann.
Ætlanin er eisini at virki og fyritøkur í kommununi, kunnu havafløguna við, tá ið tey fara uttanlands ella fáa gestir og tey hava brúk fyri at greiða frá teimum umstøðum og teimum møguleikum, sum eru í Havnini.
Ein fløga er løtt at hava við og her so so allir upplýsingar um kommununa savnaðir