Fyri tveimum árum síðani setti Øivind Solbakk á stovn ein skúla, har fólk kunnu læra til sonuviðgerða. Hesi tvey árini hava 36 føroyingar tikið prógv á hesum skúlanum sum sonuviðgerðar.
Nú er skúlin komin í veruligan andglett, og ivi er sáddur um hansara góðkenningar.
Í eini sending á Rás 2, sum varð send tann 16. og 18. mai í ár, er Oda Andreasen, sonuviðgeri, gestur í útvarpsstovuni hjá Óla Jákupi Rólantson, ið er programmleiðari á støðini.
Har verður sagt, at skúlin hjá Øivindi ikki lýkur tær neyðugu treytirnar fyri at vera ein góðkendur sonuterapi-skúli. Staðfest verður í sendingini, at skúlin ikki er góðkendur aðrastaðni, hetta er ikki ein nøktandi útbúgving, og at hon er vánalig.
? Eg góðtaki als ikki slíkar ákærur móti skúlanum. Tí fara vit at steðga teimum í føðingini. Allar ákærurnar í sendingini eru beinar lygnir, og tí eru vit noydd at verja okkum, sigur Øivind Solbakk við Sosialin. Hann fer tí at stevna Odu Andreasen og Óla Jákupi Rólantson fyri ærumeiðing.
Hann hevur verið hjá sakførara og viðgjørt málið. Sakførarin heldur, at hann hevur góðar møguleikar at vinna, greiðir Øivind frá.
Sendingin
Í sendingini á Rás 2 eru grovar ákærur móti skúlanum og útbúgvingini. Sendingin er fest á blað, og Sosialurin hevur fingið eitt avrit av henni.
Óla Jákup Rólantson tosar við Odu Andreasen, og prátið fellur inn á útbúgvingina, sum kann takast í Føroyum.
? Men tað er ikki ein nøktandi útbúgving, og hon er ikki góðkend aðrastaðni, sigur Óla Jákup Rólantson í sendingini.
Hesum kann Øivind tó vísa aftur. Øivind umboðar ein danskan skúla, Vestegnens Zoneterapiskole, og hann er góðkendur av SAB, Sammenslutningen av Alternative Behandlere, og av NNH, Norske Naturterapeuters Hovedorganisasjon og av NFS, Norsk Forening for Soneterapeuter. Hetta vísa skjøl, sum Øivind hevur víst blaðnum. Hann er tí ikki í iva um, at undirvísingin er nóg góð, og at ákærurnar í sendingini eru skeivar. Tað skal rættast.
Síðani verður tosað um krøvini, ið sett verða í útbúgvingum. Tá sigur útvarpsverturin, at hetta útbúgvingartilboðið ikki kemur í nánd av hesum krøvum og lýkur heldur ikki treytirnar hjá Toll- og Skattstovuni um MVG-frítøku, tá tey fara undir virksemi.
At enda dregur hann samanum. »Men tað stutta av tí langa er, at tann útbúgvingin er for vánalig?«
Oda Andreasen virkar í dag sum sonuviðgeri í Havn, og hon var gestur í sendingini.
? Og tað er virkiliga synd fyri hesi fólkini, sum ganga á henda skúlan og halda, at tey fáa fullfíggjaða útbúgving, og so vísir tað seg, tá ið samanum kemur, at tað er tað ikki, sigur Oda Andreasen um útbúgvingina hjá Øivindi og Vestegnens Terapiskole í Føroyum, sambært avritinum av sendingini.
Hetta hevur fingið sinnið í kók hjá tí norska sonuviðgerðanum. Hann hevur tí ætlanir um at stevna teimum báðum fyri ærumeiðing, tí hann metir, at hesar ákærur skaða hansara virksemi í Føroyum.
Ræðist ikki stevning
Oda Andreasen og Óla Jákup Rólantson verða sambært Øivindi stevnd fyri rættin í næstum. Tá Sosialurin ringdi tey upp, vistu tey enn ikki av hesum, og tí kom tað óvart á tey bæði.
Oda ræðist tó ikki nakra stevning. Hon dugir nevniliga ikki at skilja, hvussu skúlin hjá Øivindi kann lúka treytirnar við 650 tímum, sum krevjast.
Fleiri úttalilsi hjá Óla Jákupi Rólantson verða av Øivindi mettar sum ærumeiðandi, og hann vil vera við, at verturin skuldi kannað málið betri, áðrenn hann lat tað fara út í luftina.
Óla Jákup sigur hinvegin, at hansara úttalilsi ikki kunnu metast sum staðfestingar, men heldur partur av spurningunum, ið hann setir Odu í sendingini.
Øivind hevur hinvegin ongan hug at lata nakað úttalilsi fara framvið borðinum uttan átalu. Hann er keddur av, at fleiri sonuviðgerar, ið hava útbúgving hjá honum, hava fingið ta fatan, at útbúgvingin ikki er nóg góð. Hann sigur, at skúlin lýkur allar treytir viðvíkjandi tímum og undirvísing, og at hann hevur góðkenningar frá felagsskapum í Noregi og Danmark.