Vindhart: Atlantsflog mátti til Bergen at bunkra

Flogfarið hekk uppi yvir Føroyum í ein tíma og fekk ikki lent orsakað av vindi

Tað er sera vindhart kring landið í løtuni, og tað er tað eisini í hæddini, og hetta ávirkar flogferðsluna.

 

SAS hevur avlýst túrin túrin til Keypmannahavnar klokkan 13:05, og nakrar seinkingar eru í flúgvingini hjá Atlantsflogi. Flogfarið hjá Atlantsflogi, sum eftir ætlan skuldi koma til Føroya klokkan 15:50, fekk ikki lent í Vágum. Tað var so mikið nógvur vindur, at flogfarið hevur hingið uppi yvir í ein tíma, og hetta kundi flogfarið ikki blíva við við. Tí er tað farið til Bergen at bunkra. 

 

- Tað hevur verið ov nógvur vindur uppi í hæddini, so vit sendu flogfarið til Bergen at bunkra, aftaná tað hevði hingið uppi yvir Føroyum í ein tíma. Beint nú sær tað frægari út á landi, men ikki í hæddini, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi í viðmerking til in.fo.

 

Atlantsflog hevur ikki avlýst nakra flúgving í dag, men vegna veðrið verða nakrar seinkingar. Nærri kunning um nær, flogið verður, sæst á heimasíðuni hjá Atlantsflogi og á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.