- Vindorka fær lítlan týdning

- Vit vænta, at verkætlanin hjá sp/f Røkt fer at bera seg, hóast vindorka ongantíð fær stórvegis týdning í Føroyum, sigur SEV stjórin, Klæmint Weihe, um nýggju vindmyllurnar, sum nú byrja at útvega orku til føroyingar. Hann leggur tó afturat, at uttan SEV hevði verkætlanin ikki havt nakran møguleika

- Vindorka fer bert at hava ein marginalan týdning í Føroyum, sum ongantíð kemur at dominera, sigur SEV stjórin, Klæmint Weihe, avgjørdur um vindmylluverkætlanina hjá sp/f Røkt, og sum so er einki nýtt í útsøgnunum hjá Klæminti Weihe. Hann vísir tó á, at talan avgjørt er um eina spennandi verkætlan, sum kann geva vinning, hóast hon ikki kann standa hinum orkuframleiðsluhættunum mát.
- Manningin í sp/f Røkt hevur gjørt sær ómak, og orsøk er avgjørt til bjartskygni við verkætlanini, sigur Klæmint Weihe. Hann vísir á, at tey trý prosentini, sp/f Røkt ynskir at framleiða av samlaðu orkuni, er eitt realistiskt mál.

Ongan møguleika uttan SEV
Í sambandi við nýggju vindmyllurnar hevur prátið m.a. snúð seg um kappingarførið á økinum, og hava áskoðanir eisini verið frammi um, at skipanin má broytast, um nøkur kapping skal vera millum feløgini.
Í løtuni er støðan nevniliga, at sp/f Røkt ikki kann framleiða og selja orku beinleiðis til nýtaran, tí orkan skal ígjøgnum netið hjá SEV, sum síðani kann selja víðari til fólkið. Sostatt kann sp/f Røkt enn bert selja orkuna til SEV. Hesum viðvíkjandi sigur Klæmint Weihe, at sp/f Røkt ongan møguleika hevði havt at fullføra arbeiðið sjálvir.
- Teir eru vælkomnir at byggja egið net og selja beinleiðis til nýtaran, men hetta hevði ongantíð verið gjørligt. Orsøkin til, at verkætlanin møguliga fer at bera seg, er bert vegna tilknýti teirra til okkum, og tískil er kjakið um kappingarføri óviðkomandi í júst hesum høpi, sigur Klæmint Weihe.
SEV stjórin vísir eisini á, at vegagerðin niðan til vindmyllurnar hjá sp/f Røkt í Vestmanna eisini vórðu gjørdar av SEV í 1963 í sambandi við vatnorku, og um sp/f Røkt sjálvt hevði staðið fyri vegagerðini, høvdu útreiðslurnar verið alt ov høgar at fullføra arbeiðið.
- Tískil eru teir á allan hátt tengdir at okkum, slær SEV stjórin fast.

SEV vindmyllur í næsta ár
Hóast Klæmint Weihe ikki metir vindorku hava møguleikan fyri meiri enn marginalum týdningi í Føroyum, arbeiða teir í SEV sjálvir við vindorku.
- Vit hava havt eina vindmyllu standandi inni á Toftum í 10 ár, og við støði í hesum úrslitum leggja vit ætlanir um komandi vindorku í Føroyum, vísir Klæmint á.
Hann leggur afturat, at í mai mánaði næsta ár koma væntandi fleiri vindmyllur til landið, sum SEV fer at nýta.