Landsverk sigur um koyrilíkindini í kvøld bert frá nevniverdum vindi á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum. Har var kl 22.16 skrið og í hvirlunum upp í 27 m/s.
Men hyggur ein at veðurstøðunum hjá Landsverki, so er eisini nakað av vindi ymsa aðrastaðni kring landið.
Til dømis er millum 18 og 23 m/s við Norðadalsskarð á Oyggjarvegnum og á Porkerishálsi er er millum 16 og 23 m/s.
Í støðum aðastaðni í landinum kemur vindurin upp móti 17 m/s í kvøld, sambært veðurstøðunum, sum síggjast á heimasíðuni hjá Landsverki.