Vindurin fór við dystinum

Fótbóltur: B36 helt fast um triðja plássið í kappingini, tá teir vunnu dystin í Runavík

1. deild menn:

NSÍ-B36 1-3 (0-2)


Teir svørtu og hvítu úr B36 høvdu evarska lítla vón um at teir kundu vinna FM, og teir spældu fyri teirri vónini. Men sigurin hjá teimum í Runavík staðfesti bara teirra støðu sum nummar trý, tí bæði liðini, sum lógu frammanfyri, vunnu sínar dystir.

Tað var trupult at fáa rættiligt fótbóltsspæl í lag í Runavík leygardagin, tí vindurin var nógvur. Men í løtuni eydnaðist báðum liðunum at samanspæl, og í fyrra hálvleiki gekk rímuligt hjá NSÍ at spæla upp móti vindinum.

Men B36 trýstu heimaliðið, og liðið úr Havn skoraði tvær ferðir í fyrra hálvleiki. Jákup á Borg sum hevði sín egna tvídyst við liðfelagan John Petersen um toppskjúttaraheiðurin skoraði bæði málini. Báðu ferð var verjuspælið hjá NSÍ lítið sannførandi.

Fyrru ferðina skuldi Arnfinn Langgaard (sum spældi í miðverjuni hesaferð) leggja aftur til málverjan, men hann rakti ikki bóltin rættiliga, og so var kviki Jákup á Borg fram við, gjørdist púra leysur og skoraði.

Seinnu ferð stóð John Petersen fyri uppspælinum, og millum tveir heldur passivar NSÍ?arar setti Jákup á Borg fótin á bóltin og í málið.


B36 svaraði aftur

Í seinna hálvleiki hevði NSÍ vindin í bakið, og teir royndu at trýsta. Tað eydnaðist eisini at fáa mál beinanvegin, tá Arnfinn Langgard legði bóltin innfyri málið, har Mortan Hansen stóð ódekkaður og stútaði bóltin í málið.

Men NSÍ fekk sum frammaná, tá B36 svaraði aftur beinanvegin. Øssur Hansen slapp leysur í vinstru síðu og legði inn fyri málið, har John Petersen tamdi við fremra stólpan og síðani sendi bóltin í málið.

Hetta málið tóktist gera av við heimaliðið, tí hóast teir spældu fyri kjansinum restina av dystinum, fingu teir ongantíð spælt seg til stórar kjansir. Hinvegin kláraði B36 fleiri ferðir at hótta við mótálopum í mótvindinum.

Við sigrinum helt B36 fast um triðja plássið á stigatalvuni, og tað var eitt pláss betri enn hitt havnaliðið, HB. B36, sum sostatt vann bronsumerkini, skal næsta ár luttaka í UEFA-Cup kappingini ? tað tryggjaði steypafinalan móti KÍ teimum.



NSÍ: Dejan Milanovic ? Dánjal Hansen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen, Jónstein Petersen ?Sonni L. Petersen, Kári Hansen, Johnny Skibenæs, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen ? Mortan Hansen

B36: Egin Høgnesen ? Carl H. Høgnesen, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen ? Djóni Joensen, Jan Guttesen, Ronnie Samuelsen ? John Petersen, Jákup á Borg