Vindurin hevur darvað

Lars Olsen mátti avlýsa fyrru venjingina í gjár vegna vind, meðan venjingin seinna partin saman við dystinum í Íslandi geva nakrar ábendingar um hvør byrjar inn móti Týsklandi

– Tú fært einki um liðið at vita, sigur Lars Olsen við einum smíli, tá hann setur seg niður at práta við Sosialin í gjárakvøldi. Landsliðið hevur havt eina taktiska venjing framm­an­undan á Tórsvølli. Venjingin gav nakrar ábendingar um hvussu Lars Olsen hevur í sinni at stilla upp í Hannover fríggjakvøldið.
Lars Olsen vil tó einki siga um lið­ið nú. Hinvegin greiður hann frá hvussu vindurin hevur darvað fyri­reikinginum eitt sindur, men at hann annars er væl nøgdur við venj­ingar­støðuna hjá okkara leik­arum.

Hvør skal standa í mál?
Størsta og torførasta uppgávan verður helst at velja ein málmann. Jákup Mikkelsen, Gunnar Nielsen og Kristian Joensen eru allir góðir málmenn, men teir hava allir nakrar vansar.
Jákup Mikkelsen er blivin 42 ára gamal og hevur verið eitt sindur skaddur í seinastuni. Hann er heldur ikki á einum eins høgum stigi, sum tá hann var upp á tað allar besta.
Gunnar Nielsen hevur verið skadd­ur í hálvtannað ár og spældi fyri fyrstu ferð ein dyst aftur í Íslandi. Tí er spurningurin um hann er klárur at byrja inni til eina so stóra uppgávu.
Minst sannlíkt er, at Kristian Joensen byrjar inni. Evnini eru góð og tað hevur hann prógvað í heimligu kappingini og ikki minst á U21 landsliðnum. Hann hevur ikki spælt ein landsdyst enn og tað er óhugsandi, at Lars Olsen tveitur ein so óroyndan málmann fyri leyv­urnar í Hannover.
Fyrrverandi danska málmans­kempan, Mogens Krogh, er mál­mans­venjari hjá føroyska lands­lið­num. Hann sigur, at tað er deiligt at arbeiða við trimum so góðum mál­monnum, men ásannar eisini, at tað verður torført og avbjóðandi at skula velja ein framum hinar.

Verjan tann sama
Jónas Tór Næs hevur verið veður­fastur og er ikki komin til landið fyrr enn í dag. Men tað er líkt til, at hann situr tryggur á høgra bakk plássinum. Á vinstra bakki verð­ur tað uttan iva Pól Jóhannus Justinussen. Til venjingina sá út til, at tað aftur hesa ferð verða Rógvi Baldvinsson og Odmar Færø, sum verða í miðverjuni.
Tað hevur verið tosað eitt sind­ur um hví hvørki Jóhan Troest Davidsen og Atli Gregersen eru við í hóp­inum.
Hvørki Rógvi Baldvinsson ella Odmar Færø hava nógvar roynd­ir, men teir stóðu seg væl í venj­ingar­dystinum móti Íslandi. Tað metur Lars Olsen verða nokk til afturval.

Súni ella ikki?
Súni Olsen er tøkur aftur, men tað er óvist um frísparkssnillingurin verð­ur á vøllinum frá byrjan. Hugsa vit aftur til stóra dystin móti Italia á Tórsvølli, so er ongin ivi um at Súni Olsen skal byrja inni. Men hann hevur verið illa plágaður av skað­um í seinastuni og fekk reytt kort móti HB.
Til venjingina kundi tað sæð sum, at tað verða Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson mitt á miðvøllinum, meðan Christian Lamhauge Holst liggur frammanfyri teir. Á síðunum verða tað símun Samuelsen í vinstru og Daniel Udsen í høgru.
Fremsti maður til venjing var Jóan Símun Edmundsson, sum júst er leigaður út til danska Federicia.
Tað skal sjálvandi ikki leggjast alt ov nógv í eina uppstilling til venj­ing, men hon minti so nógv um upp­stillingina í Íslandi, at tað er ilt at ímynda sær at talan ikki var um áleið tað liðið, sum byrjar inni í Hannover.

Kaj Leo avloysir Boga Løkin
Kaj Leo í Bartalstovu avloysir Boga Løkin, sum hevur givið avboð vegna skaða. Miðvallarin úr ÍF meiddi sær knæðið so mikið álvarsliga í dystinum móti TB um vikuskiftið, at hann ikki verður tøkur til HM-undankappingardystin móti Týsk­landi komandi fríggjakvøld.
– Eg havi valt Kaj Leo í Bartals­tovu, tí hann er ein góður bólt­spæl­ari og kann nøkur ting við einum bólti, sum vit ikki síggja til dagligt her í Føroyum, sigur Lars Olsen.
Hetta er fyrstu ferð, at bólt­snill­ingurin úr Víkingi er úttikin til A-landsliðið.

Auf Wiedersehen
Føroyska ferðalagið fer avstað úr vágunum í dag klokkan 15.15 og flýgur beinleiðis til Hannover. Dysturin sjálvur verður fríggja­kvøldið klokkan 19.45 føroyska tíð.