Skip to main contentEitt lágtrýst yvir Írland flytur seg norðureftir vestanfyri Føroyar. Eitt tilhoyrandi brúgvalag við regn flytur seg yvir oyggjarnar í nátt. Teir fylgjandi dagar fara fleiri brúgvalag framvið Føroyar úr útsynningi og sunnan fylgt av ælum.
Fram til týsmorgunin:
Andøvsgul upp í ein strúk úr útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum seint á seinnapartinum økist til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Mest skíggjað, men turt. Í kvøld og nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind frá útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og í nátt regn úr suðri. Hitin millum 8 og 11 stig.
Týsdagin:
Andøvsgul upp í ein strúk úr útsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, framhaldandi skýggjað við regn í stundum. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttin gul til stívt andøvsgul úr útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Tað klárnar og verður fyri tað mesta turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Mikudagin:
Lot til andøvsgul frá útsynningi og suðri, seinni útsynningi ella skiftandi ættum, 3 til 8 metrar um sekundið. Fyrst av degnum nakað av sól, seinni meira skíggjað og møguleiki fyri regn í stundum. Hitin millum 7 og 11 stig.
Hósdagin:
Lot til andøvsgul frá útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, ið veksur og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Æl, men í løtum sær sólin. Hitin millum 8 og 11 stig.
Fríggjadagin:
Andøvsgul upp í ein strúk úr útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, ið minkar og verður til gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Møguleiki fyri sól og nøkur fá æl. Hitin millum 7 og 11 stig.
Leygardagin:
Andøvsgul upp í ein strúk úr landsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. So líðandi skíggjað við regn. Hitin um 10 stig.