Vinjard var føddur í 1945 í Sørvági, har hann eisini vaks upp. Hann var sonur Aslaug Falkvard og Louis Joensen í Sørvági. 17 ár gamal flutti hann til Havnar, har hann lærdi á skrivstovuni á Saltsøluni. Um summarið í 1966 og 67 róði hann út í Grønlandi, og veturin 66-67 var hann læraravikarur í Mikineshólmi. Í 1967 giftist hann við Marjun, dóttir Ingibjørg og Napoleon Johannesen í Havn. Í 1970 keypti hann trolbátin Barið. Hann fekk skiparaprógv fyrst í 70-unum. Frá 1980 sigldi hann við trolbátinum út frá Bornholm. Frá 1989-94 leigaði hann bóndagarðin hjá Óla Jákup Müller í Havnardali. Vinjard var t.d. við til at stovna Føroyskt/Íslenskt Rossafelag og Seyðahundafelagið. Miðskeiðis í 90-unum gjørdist hann sjúkur og fekk eina stóra skurðviðgerð. Hann kom tó væl fyri seg aftur og í 1998 flutti hann til Sørvágs og stovnar har sína egnu fyritøku, eina landingarmiðstøð. Hann keypti eisini eitt ísvirki í Sørvági. Nýliga keypti hann eina stóra goymsluhøll í Sørvági, sum hann skuldi brúka til landingarmiðstøð. Mikines var hansara frítíðarparadís, har átti hann hús, og har treivst hann sera væl. Marjun og Vinjard fingu trý børn: Kristu, ið varð fødd í 1968, hon andaðist bert hálvt ára gomul, Ingu í 1969, hon andaðist 20. mars í fjør, 32 ára gomul, og Pola ið er føddur í 1972. Friður veri við minninum um Vinjard Joensen.