- Vinna nógv í verjuni

Eftir dystin fingu vit orðið á Ruth Thomsen hjá Drátti, sum spældi ein góðan dyst ímóti KÍF. Hon helt verjuna hjá Drátti vera ein av størstu grundunum til trygga sigurin í Kollafirði.
- Ja, vit vinna nógv í verjuni í dag. Vit fáa nógvar ómøguligar bóltar upp aftur úr gólvinum, og tí verður verri hjá KÍF at vinna bóltarnar. Men álopsparturin er eisini betri í dag enn vanligt, og tí eru vit sera fegnar um henda sigurin.
Ruth leggur afturat, at øll liðini í meistaradeildini hjá kvinnum eru sera jøvn, og tí er ilt at meta um úrslitini undan einum dysti.