Útoyggjar: - Vit hava longu merkt, at stórur áhugi er fyri hesi verkætlanini, sigur Olga Biskopstø.
Í hesum døgum ferðast hon runt til tær ymisku útoyggjarnar fyri at kunna um hesa verkætlanina við heitinum "Economuseum" sum byrjaði í Kanada fyri umleið 20 árum síðani.
- Úrslitini har yviri hava verið sera góð, og tí er okkara vón, at vit eisini kunnu fáa góð úrslit á okkara útoyggjum.
- Tað eru nógv fólk kring landið sum hava møguleika at verða við í hesi ætlanini. Avbjóðingin hjá mær verður bara at finna fram til tey, sigur Olga Biskopstø í samrøðu við Sosialin.
Farna vikuskifti var hon á vitjan í Mykinesi og kunnaði bygdarfólkið um ætlanina, og í næstu viku er ætlanin at leggja leiðina í Kalsoynna og til tær báðar eystastu oyggjar okkara.
Sambært tíðarætlanini skal hon hava eini 3-5 uppskot klár tann 20. juni at leggja fyri felags stýrisbólkin í verkætlanini, sum hevur fund í Íslandi um ein mánað.
Á fundinum vónar hon at fáa undirtøku at seta tríggjar tær fyrstu verkætlanirnar í gongd beinanvegin á útoyggjunum - í fyrsta umfari á Kalsoynni, og helst eisini í Fugloy og Skúvoy.
Annars hevur Útoyggjafelagið fingið sera góðan stuðul bæði frá SamVit og frá Mentamálaráðnum til hesa verkætlanina.
Gagnnýta tilfeingið
"Hvussu vit kunnu gagnnýta okkara ríku mentan og handverkliga siðaarv til frama fyri vinnuligt virksemi og búskaparligan vøkstur?"
Hetta er ein av spurningunum, sum liggur sum grund fyri hesi verkætlanin. Ætlanin er júst at seta fokus á vinnu og mentan.
- Royndirnar vísa, at hetta tiltak veruliga megnar at gagnnýta tað tilfeingið, sum millum annað er í útjaðaranum, til at fremja ein burðardygga vinnu, ið gevur gott fíggjarligt avkast, sigur Útoyggjafelagið.
Verkætlanin byrjaði í Kanada fyri 20 árum síðani, og fevnir í dag um 42 virkir í útjaðaranum, ið øll kasta væl av peningi av sær.
Tað eru júst hesi góðu úrslitini í Kanada, ið hava kveikt áhugan fyri at royna hesa loysnina í okkara økið. Henda verkætlanin fevnir í okkara øki um Føroyar, Ísland, Norra, Írland, eins væl og Norðurírland.
Ein avtala er gjørd við leiðsluna í kanadiska felagsskapinum “Economusée”, at tey veita ráðgeving og serkøna hjálp, um so er at henda verkætlan gerst veruleiki.
Inntøkugevandi vinna
Hugskotið aftanfyri hesa verkaætlanina sprettir úr tí veruleika, at tað serstakliga í útjaðaranum finnast fólk, ið fáast við handverk og heimavirkið. Hetta virksemið byggir ofta á gamla siðvenju og tilfeingið í lokaløkinum.
- Fyri tey flestu er hetta ein dagdvølja ella eitt virksemi, ið gevur nøkur oyru afturat einum øðrum starvið. Men í Economuseum-ætlanini verður hetta skipað øðrvísi.
- Her skal hetta handverkið skipast, ella rættari sagt umskipast til eina “veruliga” inntøkugevandi vinnu, sigur felagið.
Vinnuvirksemið byggir á, at handverkið gerst ein partur av einum tiltaki, har søga, kunning, framleiðsla og handil vera tvinnað saman til eina handilsvøru.
Málbólkurin er í høvuðsheitinum ferðavinnan, men royndirnar úr Kanada vísa, at tiltøkini eisini fáa stóra undirtøku frá heimamarknaðinum.
Fíggingin í lagi
Treytin fyri at Føroyar eru við og harvið fáa ágóða av verkætlanini er, at Útoyggjafelagið til vega umleið 350.000 krónur um árið í trý ár.
Treytin fyri at fáa pengin frá ES er, at tað almenna í Føroyum rindar ein part av føroyska kostnaðinum. Útoyggjafelagið arbeiðir í løtuni við at fáa henda pening til vega, og líkt er til at hesin parturin er við at koma uppá pláss.
Málið er, at Útoyggjafelagið stendur sum ábyrgdari fyri føroyska partinum av verkætlanini.
Hetta skal tó gerast í samstarvi við onnur, millum annað Samvit, Granskingardepilin fyri økismenning, Gluggaglæmuna, NORA og møguliga onnur, ið kunnu hava áhuga í at luttaka.
Góð úrslit í øðrum londum
Sum støðan er í dag, er framvegis stór fráflyting frá útjaðaranum. Tað vísir seg at vera trupult at fáa fólk at støðast, millum annað tí einki inntøkugevandi virksemi er á staðnum.
Hetta sama er galdandi fyri onnur smápláss í útjaðaranum. Har Economusée eru komin í Kanada, vísir tað seg hinvegin, at annað virksemi kemur í kjalarvørrinum, millum annað tænastuvirksemi til ferðavinnu, umframt onnur tiltøk, ið serliga eru málrættað til ungdómin. Hetta hevur styrkt búsetingina og økt munandi um trivnaðin í økinum.
Henda verkætlan kann gerast tað fyrsta stigið á leiðini at skapa eitt ítøkiligt og gott vinnuligt tiltak, ið dregur ferðafólk til útjaðaran.
- Verkætlanin er í sínum bygnaði sera professionel. Fyrimunurin og styrkin við hesum er, at hetta er roynt í øðrum landi, og haraftrat við sera góðum úrsliti, sigur felagið.