Vinnarabólkurin framleiðir pesto úr ókrúti

Næmingar av Glasi vunnu íverksetarakappingina Ungt Virki 2021 í gjár

 

Tilsamans 12 virkir frá Tekniska Skúla í Klaksvík og Glasi luttóku í finaluni í kappingini Ungt Virki í gjár. 

Tá avtornaði varð greitt, at Rávan av Glasi vann. Rávan er virki, sum framleiðir føroyska pesto, har berandi innihaldið er føroyskt ókrút

Í bólkinum Rávan eru Sólvá Magnadóttir, Maria Eriksen og Tóra Mouritsen. Sanna Niclasen og Hansa Holm eru ráðgevarar.

Rávan fekk kr. 5.000 frá Betri samtakinum og atgongd til at luttaka í danska finaluumfarinum, sum verður í apríl. Eisini fær Rávan høvi at umboða Føroyar á Innovatiónsstevnu fyri miðnámsskúlanæmingar í Nuuk í oktober.

Nummar tvey og trý

Nummar tvey gjørdist Miriam Jewellery, eisini av Glasi, meðan Optio úr Tekniska skúla í Klaksvík fekk triðja pláss. Hesi fingu eisini vinningar, sum Betri letur.

Miriam Jewellery, sum bleiv nummar tvey, framleiðir silvurprýði, sum lýsa føroysku oyggjarnar. Bólkurin Miriam Jewellery er mannaður av Miriam Emiliu Christiansen, Petru Arnadóttir Teindal, Unnuri W. á Tórgarði og Bryndis Gaard Kristjánsdóttir. 

Optio, sum bleiv nummar trý, framleiðir hjálpartól til fólk við skerdum førleikum í hondunum. Í bólkinum Optio eru Maria Göthe Magnusdóttir, Marý Fjallstein Petersen og Maria Müller. 

##med2##

##med3##

Nýskapan og íverksetan

Høvuðsdómari varð Regin W. Dalsgaard. Afturat honum vóru Jónhild Rasmussen, Magni Thomsen, Rói Poulsen, Eva Skeel Nolsø, Vivi Egholm og Ari Langgaard í dómarabólkinum.

Ungt Virki er eitt tilboð til miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu menna nýggjar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika.

Tey ungu hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava m.a. lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Harafturat hava tey fingið royndir í, hvat skal til fyri at stovna og reka egið virki.