Vinnarar í Føroya vakrasta hálvmaraton

Leygardagin skipaði ítróttarfelagið Frælsi fyri hálvmaraton í Vágum. Í góðveðrinum runnu og gingu umleið 800 luttakarar teinin á góðar 21 km. Umframt føroyingar vóru eisini 10 aðrar tjóðir umboðaðar

Møguleiki var bæði at renna og at ganga. Byrjað varð í Gásadali og málið var við Sandavágs kirkju.

Vinnarar hjá monnum vóru:

1. Rógvi Kárason 1:20:23
2. Hanus Nielsen 1:20:44
3. Magni Jóhansson Hansen 1:24:28

Vinnarar hjá kvinnum vóru:
1. Duruta Reginsdóttir á Lofti 1:33:33
2. Borgarhjørt Holm 1:38:41
3. Lydia Jacobsen 1:40:05