Vinnarar og taparar

-Vinningurin er eitt tap ? tapið er ein vinningur. Tað merkir, at um vit skulu fáa sigurskransin, so mugu vit tapa valdið á okkum sjálvum og á okkara egna lívið, segði Hans Eiler Hammer í ólavsøkuprædikuni

 

Ólavsøkuprædika

 

 

 

Teksturin til ólavsøkuprædikuna var Matteus í 16 kapitli, ørindini 24 - 27. Hesin tekstur verður nýttur á øðrum hvørjum ári, og tað er ymiskt, hvat prestar fáa burturúr.

 

Tað var sum øllum kunnugt Hans Eiler Hammer, sum fekk tillutað at halda ólavsøkuprædikuna. Hans Eiler er sóknarprestur í Norðoyggjum, men tað kann ikki sigast, at hetta merkti prædikuna í ár. Heldur var tað ítrótt, sum var eitt afturvendandi tema í røðuna, og vóru flestu dømini grundaði á ymiskt innan ítróttina.

 

-Eg valdi heldur at leggja dent á ítrótt enn at lyfta peikifingrar og krititsera eitt nú aðrar prestur. Eisini haldi eg, at ítrótturin eigur eitt pláss í hesari prædikuni, tí hetta er jú so nærliggjandi serliga á ólavsøku, sigur Hans Eiler Hammer.

 

 

 

Eingin serlig fyrireiking

 

Ólavsøkuprædikan er uttan iva tann prædikan í Føroyum, sum hevur flestar áhoyrarar, og hetta er eisini tann prædikan, sum fær mestu umtaluna - bæði áðrenn og aftaná. Hetta hevur tó ikki nervað Hans Eiler Hammer nakað stórvegis.

 

-Eg haldi ikki, at eg hugsaði nakað serligt um, at hetta var ólavsøkuprædikan, og man henda prædikan líkjast hinum prædikunum hjá mær, sigur Hans Eiler Hammer.

 

Um uppihaldið hjá Hans Eileri í Múla hevur havt nakra ávirkan á prædikuna er ikki gott at vita, men tað ljóðaði, at okkurt brotið skuldi skrivast í toftunum í Múla.

 

-Eg valdi ikki at brúka prædikuna sum ein peikifingur, sigur Hans Eiler Hammer.

 

Tað skal eisini sigast, at røðan ikki bar brá um persónligt ak ella partapolitiskt framfýsni. Krossberarin fekk tillutað ein rættiligan høvuðsleiklut, og hesum tekur Hans Eiler eisini undir við.

 

-Tí tað at verða ein Kristi krossberari, merkir at geva honum ræði yvir lívi sínum! Ja tað merkir at siga deyðadómin yvir seg sjálvan, yvir sína sjálvgleði og yvir sín stoltleika!, segði Hans Eiler í ólavsøkuprædikuni.

 

-Eg royndi eisini at lýsa, hvat tað merkir at vera krossberari, sigur Hans Eiler.

 

 

 

Breið

 

Sum áður nevnt, so man hetta vera tann røðan, ið fær mestu umtaluna í Føroyum. Sjálvur sigur Hans Eiler, at tað ikki hevur ávirkað hann, og at hann hevur skrivað prædikuna júst sum hann plagar at skriva aðrar prædikur. Í øllum førum, so var boðskapurin í prædikuni rættiliga almennur, og vendi prædikan seg til ein rættiliga breiðan skara.

 

Prædikur verða skrivaðar við støði í einum teksti, og innihalda prædikur bæði viðgerð, tulking og sjálvandi eisini eina niðurstøða ella boðskap, hóast boðskapur so at siga longu er skrivaður.

 

Reyði tráðurin í prædikuni hjá Hans Eileri var sambandi millum vinnarar og taparar, og er hetta evnið ikki lítið hóskandi til ólavsøku.

 

-Vinningurin er eitt tap ? tapið er ein vinningur. Tað merkir, at um vit skulu fáa sigurskransin, so mugu vit tapa valdið á okkum sjálvum og á okkara egna lívið, segði Hans Eiler í prædikuni.

 

Styrkin hjá Hans Eileri, sæð í almennum sjónarhorni, er, sum hann eisini sjálvur sigur, at dømini eru tikin burturúr dagligdegnum og ítróttarheiminum. Hetta hóskar óføra væl til - uttan at siga, at hetta er einasti og besti háttur at gera tað.

 

Boðskapurin í prædikuni minti áhoyraraskaran á, at størsti og endaligi sigurin er gjøgnum Jesus. Hann verður í prædikuni kallaður fyri hin størsti taparin av øllum, tí hann lat seg ofra fyri syndum okkara.

 

Dømini stiðja sum áður nevnt væl, men Hans Eiler lat tó ongan iva verða um hvør boðskapurin var:

 

-Tí tað snýr seg, fyri hvønn einstakan av okkum, um tað æviga lívið, frelstur um ævir frá ævigum deyða og glatan. Tí tað finst nevniliga ein annar møguleiki, og tað er at tapa lívið á mállinjuni. Tí tað er bert tann, ið heilt og fullt hevur givið sítt lív til Jesus Kristus, ið fær sigurslønina tá menniskjusonurin kemur!

 

Tað sigast, at tað er ikki ætlanin at sita og meta um, hvørt hetta er ein nøktandi prædika ella ikki, t.e. hetta er ikki nakað ummæli. Tað er tó nú einaferð soleiðis, at ólavsøkuprædikan er ein partur av ólavsøkuni, og hetta eru ikki tey ringastu orðini at leggja sær í geyma hesa vátu tíð.

 

 

 

Bergur næstu ferð

 

Sum vanligt er ólavsøkudag, so vóru prestarnir kring landið til døgurða hjá bispi. Sambært Hans Eileri, so er hetta ikki eitt forum, har ólavsøkuprædikan verður kjakast um. Heldur er hetta eitt høvi at hittast, og tað er heldur presturin, sum komandi ár fer at halda ólavsøkuprædikuna, ið fær ein høvuðsleiklut við borðið hjá bispi.

 

Næsta ár verður Bergur Debes Joensen av Argjum og sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, sum fer at prædika, tá tjóðarhátíðin aftur stendur á skránni.