Vinnarin – Aragones

Luis Aragones hevur ikki altíð verið eins væl lýddur sum spanskur landsliðsvenjari. Men EM-sigurin setir hann á allar ovasta sessin í heimlandinum

Fótbóltur

 

Vísmaðurin úr Hortoleza prógvaði sítt virði, tá Spania í gjárkvøldið lyfti stóra EM-steypinum.

Eins og flestu av undanmonnum sínum, so hevur Luis Aragones av umstøðunum verið mettur sum ein maður, ið ikki megnar at standa ímóti trýstinum, tá harðast leikar á.

Spaniólar hava í so máta eina mest sum ræðandi fótbóltssøgu, tí sæð burtur frá EM-sigrinum á heimavølli í 1964, so hevur Spania ferð eftir ferð skuffað viðhaldsfólkini, júst sum hesi hava hildið, at tey nú áttu kanska besta landsliðið í heiminum.

Soleiðis var eisini, tá Aragones fyri tveimum árum síðani stóð á odda fyri landinum í HM-endaspælinum í Týsklandi. Spania vann allar sínar dystir í innleiðandi bólkinum, men í 1/8-finaluni rendi liðið seg í Frakland, og hóast spanska 1-0 leiðslu, so endaði alt við fronskum 3-1 sigri.

 

Tekniskur heilivágur

Í ár hevði Aragones tó funnið rætta heilivágin móti sponsku sjúkuni.

Ágangurin var annars nógvur, tá Aragones undan kappingini staðfesti, at Raul – kongurin í Madrid – ikki var partur av landsliðshópinum. Men við spælinum, sum Spania hevur sýnt, er ilt at síggja, hvussu venjarin kundi gjørt tað betur enn tað sama.

Leikliga hevur Spania verið oman fyri alt og øll í EM-endaspælinum. Tekniski førleikin hjá hvørjum einstøkum spælara er av slíkum slag, at teir støðugt megna at spæla seg úr trýstinum, sum mótstøðuliðini hava roynt at lagt, og hóast finalan »bert« varð vunnin 1-0, so hevur Spania í endaspælinum verið mest skorandi liðið.

Og júst dirvið at tora at líta á egnar dygdir, hevur verið fremsti heilivágurin hjá spaniólunum. Til tíðir hevur tað verið sum at síggja Brasil á einum góðum degi, tá bólturin í kvikum kombinatiónum er sendur kring allan vøllin. Ofta við drepandi stikningum inn um verjuna, tá álopini verða endað.

Og so gjørdi tað mest sum ikki mun, at toppskjúttin, David Villa, noyddist at siga farvæl við EM longu í hálvfinaluni, tá hann mátti skaddur av vøllinum. Hóast Fabregas ikki ger um seg heilt so langt uppi á vøllinum, sum Villa ger tað, so nervaði hetta á ongan hátt spanska spælið. Torres arbeiddi hinvegin tað meira í álopspartinum, og tá Lahm og Lemann so misskiltu hvønnanna, var Torres skjótur við hamaranum.

 

Fer til Turlands

Einum sponskum landsliðsvenjara so líkt, so hevur Aragones ofta verið ofta verið útskeldaður og –spiltur í mongu miðlunum, sum burtur av fáast við fótbólt.

Tí mundu tey fæstu í Spania gráta, tá tað longu undan EM-endaspælinum stóð greitt, at Vicente del Bosque verður nýggjur landsliðsvenjari.

Tað kann væl vera, at hetta er ein avgerð, sum bæði spanska fólkið og fótbóltssambandið nú iðra seg um, men Aragones man tó ikki leggja so nógv í hetta. 69 ára gamli vísmaðurin, hevur gjøgnum yrkisleiðina roynt eitt sindur av hvørjum, og nú er hann so til reiðar at skriva enn eitt kapittul í so máta. Hetta tá hann komandi tvey árini skal standa á odda fyri turkiska Fenerbache.