Vinnast skal á Deyðans Dali innan nýskapan

Á ìverksetaradegnum fríggjadagin røddi Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum. Hann nevndi m.a., at ein stórur trupulleiki fyri íverksetan og nýskapan er sonevndi ”Deyðans Dalur Nýskapaninar”, ella ”the Death Valley of Innovation”

Hetta er eitt vælkent fyribrigdi innan nýskapan úti í heimi. Íverksetarar hava rímuligar møguleikar fyri at vinna framá við sínum hugskotum, og megna at prógva, at hugskotið ber til – sonevnt ”Proof of Concept”. Men næsta stigið krevur pening – sum oftast nógvan pening. Tað er tá ið hugskotið skal mennanst í mun til marknaðartørvin, og somuleiðis marknaðarførast og setast í verk í rakstrarligum høpi.

 

Royndir vísa, at tað tekur drúgva tíð at fáa tann neyðuga peningin til henda partin. Í Føroyum er hetta serliga galdandi, um talan er um nýskapandi hugskot, sum leggur seg eftir útlendska marknaðinum, og sum byggjur á at menna útflutning burturúr nýggjari vitan.

 

Landsstýrimaðurin segði, at Vinnumálaráðið fer at kanna nærri, hvussu vinnast kann á Deyðans Dali innan nýskapan.

 

Álvarsamur trupulleiki

Í Bitlandi er tað okkara fatan, at landsstýrimaðurin nemur við ein sera álvarsligan trupulleika hjá íverksetarum við nýskapandi hugskotum. Bitland kemur í samband við mong av teim nýskapandi átøkum, sum føroyskir íverksetarar arbeiða við – serliga í mun til altjóða marknaðin. Við teimum átøkum, sum gjørd eru hesi seinastu 10 árini, eru fleiri verkætlanir komnar inn ímóti munnanum á hesum "Deyðans Dali innan nýskapan" ella koma har í næstum.

 

Vert er at hava í huga, at sum oftast gongur rúm tíð frá hugskotið birtist, til fyrsti fakturin verður skrivaður – serliga um hugskotið er slóðbrótandi. Kanningar uttanlands siga 3-5 ár, um væl gongst í hond. Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu hepnast frá stovnan til fyrsta ”protoypan” er til taks. Tíbetur eru tó fleiri verkætlanir í gongd í dag, sum bróta burturúr nýggjum og sum miðja eftir altjóða marknaðinum. Samlaða metta marknaðarvirðið av hesum verkætlanum er helst omanfyri 10 mia. kr. Um vit brúka ein "hepni-faktor" uppá 25%, so verður samlaða potentialið á verkætlanunum 2,5 mia. kr. (0,25x10 mia. kr). Tær flestu av hesum fyritøkum koma í ár inn í henda ”Deyðans Dal”, tí teimum tørvar íløgupening til framhaldandi vøru- og marknaðarmenning.

 

Upphæddirnar eru eisini størri enn tað, sum vanliga verður latið sum stuðul og íløgukapital í Føroyum. Helst er tørvurin okkurt um 5-20 mió. kr. fyri hvørja fyritøku sær. Talan er um íløgu í menning, tvs. at peningurin verður einamest brúktur til at løna starvsfólkum við røttu førleikunum og til aðrar rakstrarútreiðslur. Tað ger, at vanlig lánifígging er ikki hóskandi, tí einki hondpant sum t.d bygningar ella maskinur eru at seta í veð.

 

Einstaki íverksetarin kann helst lata sær lynda við minni kapitali, soleingi hann ella hon kann bjarga sær gjaldførinum nakrar mánaðir fram. Men fyri samfelagið og fyri íleggjarar fæst ikki nøktandi úrslit á henda hátt. Skal nakað veruligt úrslit spyrjast burturúr, sum hevur samfelagsligan áhuga, skulu kreftur setast av til tað – m.a. fyri at ikki at blíva afturúrsilgdir av kappingarneytum úti í heimi.

 

Ein leyslig meting er, at í ár er tørvur á okkurt um 100 mió. kr. í vágafúsum íløgukapitali, um verandi nýskapandi íverksetarafyritøkur ikki skulu steðga upp. Harumframt skal peningur eisini setast í nýggjar fyritøkur. Hesin peningurin skal í stóran mun koma frá føroyskum íleggjarum. Okkara royndir eru, at útlendskir íleggjarar sum oftast seta sum treyt fyri teirra áhuga, at føroyskir íleggjarar standa fyri bróðurpartinum av eini vágafúsari íløgu.

 

Loysnir eru ávístar

Um fyritøkurnar ikki megna at fáa hesa fígging, so er stórur vandi fyri, at føroyska samfelagið missur iverksetarar av landinum, sum hava evni og førleikar til at tróta altjóða marknaðarmøguleikar innan nýskapandi vinnur.

 

Ymsar loysnir hava verið ávístar seinastu árini, men higartil hevur lítið ítøkiligt verið at sæð í mun til hesi uppskot, t.d. ítøkiligu tilmælini í Visjón 2015-arbeiðnum.

 

OECD vísir á, at tað er vakstaríverksetan, sum er altavgerðandi fyri, um eitt samfelag kann mennast og vaksa um sína virðisskapan. Tí eiga samfeløg eisini at raðfesta íløgur í íverksetan, so at orkan verður nýtt til íverksetarar við vakstarpotentiali.

 

Røtt hevur verið framm undir, at partur av tí tøka peningi, sum er í landsins 25 grunnum, skal brúkast til gransking, vøkstur o.a. Løgmaður hevur sagt, at um samgongan kemur ásamt um at gera broytingar í virkseminum fyri hesar grunnar, so verða neyðug stig tikin, herundir eisini møguligar lógarbroytingar.

 

Í USA hevur m.a. stjórin í Innovation America ( HYPERLINK "http://www.innovationamerica.us" www.innovationamerica.us) í vár víst á tørvin fyri samstarvi millum almennar stovnar og privat feløg fyri at bera so í bandi, at íverksetan innan nýskapan vinnur upp úr “Deyðans Dali”.

 

Um vit eru fim og skjót, so kunnu vit bjóða okkum fram í altjóða høpi at seta í verk og gagnnýta nýggja vitan og tøkni – veruliga fremja nýskapan, sum skapar virðir fyri vinnu og samfeløg. Megna vit tað, so vilja onnur verða við til at lata fígging til at fremja slíkar verkætlanir. Vit hava fleiri dømi um slíkar verkætlanir í Føroyum. Summar eru fingnar til høldar, og aðrar eru í umbúna. Altjóða samstarv er bæði ein fortreyt og er tvingandi neyðugt í hesum høpi.

Felags eyðkenni higartil hevur verið, at almenna skipanin hevur ikki í nóg stóran mun tikið við tí ábyrgd, sum hvílur á henni, um avgerðir skulu takast um at koma framá og burturúr Deyðans Dali innan nýskapan.

Vónandi fer landsstýrismaðurin at raðfesta hetta álvarsmál frammaliga í komandi tíðum.