Vinnie Who ósamdur við Blachman

- Tað er ikki pláss fyri Emil í X-Factor. Hann slær ikki ígjøgnum. Tað staðfesti Vinnie Who, tá ið hann og Blachman kjakaðust um hvør skuldi víðari til live-showini í X-Factor.

 

Blachman var samdur í hesum, og tí varð Emil blakaður út úr X-Factor farna fríggjakvøld.

 

Hóast teir báðir vóru samdir um lagnuna hjá Emil, so vóru teir ikki samdir um hvør annar skuldi sáldast frá.

 

- Tað vildi verið keðiligt, um Sarah fór úr kappingini. Mær dámar væl hana, sigur Vinnie Who við heimasíðuna hjá DR.

 

Hann metti, at finalistarnir hjá Blachman skuldi vera Amanda, Zaina og Sarah.

 

Hetta gjørdist tó ikki endaliga býti, tí sum kunnugt valdi Blachman ístaðin at senda Karoline víðari ístaðin fyri Sarah.

 

Hetta veit heimasíðan hjá DR í dag.