Vinningur fer til íløgur

Hann megnaði at fáa eina millión krónur at vaksa til 3,6 mió. krónur eftir góðum 3 mánaðum. Hetta hóast marknaðirnir eru falnir óvanliga nógv seinastu nógvu vikurnar. Men vinningin á 50.000 krónur ætlar hann brúka til veruligar íløgur.

Og vinnarin av Íløguspælinum gjørdist.....Ivan Joensen!

Tað kunngjørdi Sverri Justinussen, leiðari á Eik Markets, á hugnakvøldinum í Miðlahúsinum mánakvøldið, tá tað varð avdúkað, hvørjir gjørdust vinnarar – nummar eitt, tvey og trý – í Íløguspælinum.

Men hvør skuldi trúð, at tað kryptiska dulnevni ”navijoe”, sum besti spælarin kallaði seg í Íløguspælinum, var ein viðvending av fornavninum Ivan, og so tríggir teir fyrstu bókstavirnir í eftirnavninum Joensen. Genialt – eins og avrikið hjá ”navijoe” í Íløguspælinum!

Eitt avkast á heili 260 prosent eftir trimum og einum hálvum mánaða á einum partabrævamarknaði, sum seinastu vikurnar er fallin 16 prosent í Danmark, 26 prosent í Svøríki og 15 prosent í Noregi. Tað er einki minni enn eitt bragd av ”navijoe”.

Nummar tvey í Íløguspælinum við 65 prosentum í avkasti gjørdist Ragnar Zachariassen, alias Raggyboy, og nummar trý við 61 prosentum Páll Olsen, alias Stavnur.

 

Á morgni og á kvøldi

Ivan Joensen er 62 ára gamal, ættaður úr Sandavági og búsitandi í Klaksvík. Hann arbeiðir dagliga hjá Senta í Klaksvík. Ein skuldi trúð, at Ivan Joensen ikki hevur gjørt annað í sínum lívi enn fingist við íløgur, so tað spyrja vit hann um:

- Nei, eg havi ongantíð fingist við veruligar íløgur. Men eg havi spælt við íløguspølum fyrr, eitt nú tað hjá danska blaðnum Børsen, sigur Ivan Joensen.

Hann hevði sjálvur ikki droymt um, at tað fór at hilnast honum so væl. Hann hevur fyri tað mesta hildið seg til tann danska marknaðin. Men hvørji hava so hyggiráðini verið hjá dugnaliga íløgurevinum?

- Eg havi fylgt væl við, tá roknskapirnir eru komnir út, og havi hildið upp á tey røttu feløgini. Eg havi altíð kannað marknaðin um morgunin og tikið avgerðir út frá støðuni tá, og síðani kannað aftur um kvøldið, greiðir Ivan Joensen frá.

Men finnast tað nakrir varðar, sum ein kann ganga eftir?

- Norðurlendsku marknaðirnir eru nógv tengdir at, hvussu marknaðirnir lata aftur í USA. Lukkar tað positivt í USA, so opnar tað næstan sikkurt eisini positivt í Danmark – og øvut, ger Ivan Joensen greitt.

Og hann heldur fram:

- Vanliga fer ein ikki skeivur við at keypa large-cap C20 partabrøv, tey plaga at vera rættiliga góð. Men í seinastuni er alt vent á høvdið, og tað hevur ikki sæð væl út við teimum heldur. So ringt er at geva góð íløguráð í løtuni.

 

Vinningurin setast í íløgur

Men hvat ætlar Ivan Joensen sær at brúka vinningin á 50.000 krónur til?

- Eg ætli at gera veruligar íløgur fyri peningin. Men stór óvissa valdar á marknaðunum í løtuni, so eg fari at bíða, til støðan gert meiri stabil, sigur hann.

Annar vinningur í Íløguspælinum var upp á 25.000 krónur, og triði vinningur upp á 10.000 krónur. Upprunaliga vóru tað tað Kaupthing Bank og Sosialurin, ið skipaðu fyri Íløguspælinum. Men Eik Banki yvirtók spælið í sambandi við yvirtøkuna av øllum virkseminum hjá Kaupthing í Føroyum beint fyri nýggjár.

 

Endaliga úrslitið av Íløguspælinum.

Navn Alias Upphædd kr. Avkast % 1 Ivan Joensen navijoe 3.596.843 260 2 Ragnar Zachariassen Raggyboy 1.645.240 65 3 Páll Olsen Stavnur 1.610.009 61