Vinningur fyri øll

Hildið verður, at tingsamtyktin um tunlar til Suðuroyggjar okkara er ein vinningur fyri tey, sum har búgva

Sjálvandi er tað rætt, men tað eru sanniliga ikki bert tey, sum fáa nakað burturúr.

Vert er at hava í huga, at øll tey, sum búgva í meginøkinum, við hesum tunlum fáa eitt størri vegakervi at koyra á. Víðari bilurin kann fara, meir gleði og gagn fæst burtur úr honum, og tí er hvør einasti bileigari í Føroyum vinnari í hesum máli.

Verður hugt eftir Føroyakortinum sæst, at tann dag vit kunnu koyra millum Tórshavn og Tvøroyri, er hesin teinur bert fýra kilometrar longri enn leiðin frá høvuðsstaðnum til Vestmanna. Tá eru allar Føroyar ein eind. Vinnulívið kann gera íløgur í virki har tað loysir seg best, og fólk kunnu búgva har teimum dámar best.

Føroyar gerast eitt nógv betri land at búgva í hjá okkum øllum, og tí eru vit øll vinnarar.