Tað er ikki ein trupulleiki fyri býlingin, at nýggi býlingurin í Stórubrekku við Dalin langa í hoyvík liggur upp at einum vinnuøki.
Tað sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu.
Økið, ið skal útstykkjast, liggur so at siga beint upp at vinnuøkinum, har MBM, Balslev og tvær bilasølur, men talan er ikki um larmandi vinnu, sigur Marin Katrina Frýdal, sum sostatt ikki metir, at talan verður um ein trupulleika.
– Vit hava havt vinnuna uppií, tá vit hava arbeitt við hesum. Men hetta er ikki larmandi vinna. Har er handilsvirksemi - Mjólkavirkið, bilasølur og Balslev. Tað er ikki ein stórur trupulleiki, og ætlanin er eisini at fara eitt sindur niðan frá, har virksemið er, sigur Marin Katrina Frýdal.