Hilmar Simonsen
------
Seinastu tíðina hava nakrar stuttligar lýsingar verið at sæð í sjónvarpinum frá Vinnuháskúlanum. Tann eina – Vinnuháskúlin og tónleikarin – vísir ein frustreraðan ungan tónleikara, sum kemur inn í ein radiohandil, møtir einum øðrum manni og gremur seg um at illa gongst, hann hevur ikki ráð at keypa sær nýggjan forsterkara, tí hann ongar pengar hevur. Men hin maðurin svarar ísakaldur, at hann er maskinmeistari og flýtur í pengum.
Ein onnur – Vinnuháskúlin og designarin – vísir ein designara, sum fortelur fyri einum manni, at hann ikki hevur tíð til nakað sum helst, tí hann altíð er til arbeiðis. Hin maðurin er skipsførari og svarar, at hann er 4 vikur úti og 6 vikur heima, og tað er “fínasta slag”.
Sosialurin hevur spurt Hans Johannes á Brúgv, um hesar lýsingarnar síggjast aftur í tølunum á teimum, sum søkja inn á Vinnuháskúlan.
- Ilt er at meta um, hvussu stóra ávirkan slíkar lýsingar hava, men eg ivist ikki í, at tær varpa ljós á skúlan og gera hann til kjakevni í teimum føroysku stovunum, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Tvær ferðir um árið verða næmingar tiknir inn á Vinnuháskúlan, og staðfestast kann, at talið av upptiknum lesandi er vaksið nógv seinasta hálvannað árið ella so.
Flestu útbúnu av landinum
Tað eru umleið 180 lesandi á Vinnuháskúlanum í dag, og harafturat eru heili 600 knýtt at skúlanum afturat, sum taka ymisk skeið so sum brandskeið, radioskeið, og trygdarskeið.
Tað fara umleið 50-60 lidnir studentar út úr Vinnuháskúlanum um árið við prógvi í hondini, og fer ein stórur partur av hesum út um landoddarnar at arbeiða í ymsum FAS-líknandi skipanum. Tað verið seg tann danska DIS, norska NIS ella líknandi.
Men hví finna hesi sær ikki arbeiði í Føroyum, spyrja vit skúlastjóran Hans Johannes á Brúgv.
- Satt at siga eru tað ikki nóg nógv arbeiðspláss í Føroyum til øll tey útbúnu, men tað góða er, at tey stórt sæð ongar trupulleikar hava við at finna sær størv í øðrum londum, sigur hann.
Tað sæst á skúlastjóranum, at hann er eitt sindur errin av, at útbúnu studentarnir hava so lætt við at finna sær arbeiði í okkara grannalondum, serliga í Danmark, og er hetta tekin um, at útbúgvingin er á altjóða støði.
Men Hans Johannes á Brúgv sær tað ikki sum nakran stóran trupulleika, at so nógvir føroyingar við góðari útbúgving innan sjóvinnu fara í onnur lond at arbeiða.
- Teir flestu verða kortini búgvandi í Føroyum, samstundis sum teir hava góða hýru við útlendskum reiðaríum. Tí vinna teir nógvan pening, sum kemur í umfar í føroyska samfelagnum, og hetta kunnu vit bara fegnast um, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Útbúgvingarnar upp á bachelorstøði
Eitt nýtt lógaruppskot viðvíkjandi Fróðskaparsetrinum verður lagt fyri løgtingið ein av fyrstu døgunum, og har er millum annað ætlanin at fáa sjúkrarøktarfrøðinga- og læraraútbúgvingarnar skipaðar sum bachelor-útbúgvingar við tilknýti til Fróðskaparsetrið.
Hans Johannes á Brúgv hevur sjálvur verið við til at smíða eitt álit um at broyta útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum til bachelorstøði.
Men tá nú fólk við útbúgving frá Vinnuháskúlanum tykjast at vera ein eftirlýst vøra, ikki minst í Danmark og Noregi, hví er tað tá so umráðandi at broyta útbúgvingina, spyrja vit hann.
- Alt broytist og krøvini herðast alsamt til bæði einstaklingar og útbúgvingar. Í Danmark hava tey longu umskipað navigatør- og maskinútbúgvingarnar til bachelorútbúgvingar, og um vit vilja vera við í kappingini, so hava vit ikki annað val enn at gera tað sama, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Hann vísir í sama viðfangi á, at um tíðirnar versna, og fólk verða uppsøgd, so eru tað, alt annað líka, tey við hægri útbúgving, sum varðveita størvini, meðan tey lægri útbúnu verða við sviðusoð.
Ein onnur grund til, at Hans Johannes á Brúgv ynskir at fáa útbúgvingarnar á bachelorstøði er, at ung fólk í dag ynskja valmøguleikar.
- Hava tey fyrst fingið pappír upp á bachelor, so ber til at skifta kós og velja onkran annan yvirbygnað, um tað er tað, tey vilja, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Hóast minni munur verður á innihaldinum í útbúgvingunum á Vinnuháskúlanum, um tær verða umskipaðar til bachelor samanborið við núverandi, so fara upptøkukrøvini fara at herðast, og umsøkjarar skulu hava miðnámsútbúgving ella serstakan forskúla.
Men alsamt fleiri fáa sær miðnámsútbúgving, og Hans Johannes á Brúgv roknar við, at um nøkur fá ár hava meginparturin av øllum ungum miðnám.
----
Útbúgvingar á Vinnuháskúlanum
Fýra útbúgvingarnar kunnu takast á Vinnuháskúlanum, og tær eru: 1) maskingmeitsari, 2) maskinistur, 3) skipari, og 4) skipsførari.
Maskinist- og maskinmeistaraútbúgvingarnar eru óheftar hvørji aðrari, og tekur tann fyrra ¾ ár, meðan tann seinna tekur 3 ár. Fyri at koma inn á maskinistútbúgvingina krevst ein handverkaraútbúgving ella SIT útbúgving á 2 ár við handverkararoyndum.
Skipara- og skipsføraraútbúgvingarnar eru í leingjan av hvørji aðrari, soleiðis at eftir eina 1½ ára langa skiparaútbúgving kann ein fara víðari í 1½ ár og gerast skipsførari. Frammanundan krevst ein siglingstíð á eitt ár ella ein kombinatión av siglingstíð og sjóvinnuskúla í tilsamans eitt ár.
-----
BACHELORÚTBÚGVING
Ein bachelorútbúgving er ein grundútbúgving á universitetsstøði. Bologna-deklaratiónin leggur upp til, at ein miðnámsútbúgving gevur atgongd til eina bachelorútbúgving á 3 ár. Eftir lokna bachelor kann farast víðari á eina 2 ára langa masterútbúgving.
Tað vil siga, at ein “bachelor” og ein “master” svara til eina 5 ára langa universitetsútbúgving. Tað krevst ein masterútbúgving fyri at fara undir eina PhD, sum er á granskarastøði og tekur 3 ár.