Sjúrður Olsen er valdur til formann í nýggju vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu, sum fær nógv mál at umsita og úr at gera.
Nýggja vinnunevndin fær úr at gera, tí nevndin fer at umsita málsøki sum Tórshavnar havn, smábátahavnir, vinnubygningar og vinnuøki, oljuvinnu, fiskivinnu, ferðavinnu, cruisevinnu, handils- og tænastuvinnu, vinnunýskapan, vinnustrategi og hýruvognsloyvi.
Næstformaður er Tróndur Sigurðsson. Hinir nevndarlimirnir eru Halla Samuelsen, Bjørghild Djurhuus og Jákup Dam.
Mynd, frá vinstru: Bjørghild Djurhuus, Tróndur Sigurðsson, Sjúrður Olsen, Halla Samuelsen, Jákup Dam, Nanly Guðmundsson, skrivari, og Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari