Í dag verða aktørarnir í fiskivinnuni boðsendir á fund, nú Vinnunevndin hjá løgtinginum fer undir at viðgera uppskotið um áseting av fiskidøgum fyri næsta fiskiár, ið byrjar 1. september.
Fiskimannafelagið, Reiðarafelagið, Meginfelag Útróðrarmanna, Vinnuhúsið, Fiskidaganevndin, Havstovan og Fiskiveiðieftirlitið hava øll fingið fundarboð frá Vinnunevndini, eins og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, mælir til sama fiskidagatal næsta ár, sum í ár. Tað sama gera Fiskidaganevndin, sum umboðar vinnuna á sjónum.
Havstovan mælir til at skerja fiskidagarnar munandi. Sambært tilmælinum frá Havstovuni eigur dagatalið hjá bólkunum, ið serliga fiska tosk og hýsu, at verða skorið niður við 30% av teimum brúktu døgunum í farna fiskiári. Eisini eigur dagatalið hjá bólki 2, ið serliga fiskar upsa, at skerjast við 10% av teimum brúktu døgunum í farna fiskiári
Hetta er sekstanda ferðin, at løgtingið skal áseta fiskidagatalið, síðani fiskidagaskipanin var sett í verk í 1996. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vísir á, at hetta tíðarskeið er samlaða fiskidagatalið minkað nærum niður í helvt. Og hartil knípur hjá skipabólkunum at brúka sínar fiskidagar.
Hinvegin halda fleiri politikarar, bæði úr samgongu og andstøðu, at politiska skipanin eigur at lurta eftir tilmælinum frá fiskifrøðini á Havstovuni.
Formaður í Vinnunevndini hjá løgtinginum er Alfred Olsen.