Vinstra Víkiskylda: Føroyingar við fordómum

Vinstra Víkiskylda er aftur á skránni, og hesu ferð verður spurningur settur við hví fordómar eru so dominerandi í Føroyum.

 

Ein blondina, ein stjóri, ein samkyndur ella ein rokkari. Øll hava tey eitt til felags, nevniliga fordómar ímóti øðrum, og ímóti sær sjálvum.

Í morgin, tá ið Vinstra Víkiskylda aftur er á skránni, verður spurnartekin sett við hví vit hava fordómar ímóti teimum, ið ikki eru júst sum vit sjálvi. Prátað verður við ein tónleikara og eina unga kvinnu, ið bæði hava møtt nógvum fordómum orsaka av teirra útsjónd.

 

Ein sálarfrøðingur vitjar í rásarúminum, ið greiðir frá júst hvør orsøkin er til at vit eru merkt av fordómum.

 

 

Vinstra Víkiskylda verður á skránni mikudagin kl. 15.00 ? 17.00 á Rás2.

 

 

Rás2 ? títt radio