Hetta stendur at lesa í einari frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í Stockholm fyrradagin.
Nevndin, sum hevur skrivað frágreiðingina, finst hvassliga at skrásetingini. Sagt verður eisini, at í nógvum førum hevur skrásetingin eisini verið tilvildarlig og uttan stórvegis kanningar.
-Talið á skrásettum er nógv størri enn fyrr hildið, og bæði løgreglan, dómstólar, almennir ákærar og løgfrøðiligir serfrøðingar hava gjørt seg inn á tað persónliga frælsið hjá nógvum, sum hava verið politiskt virkin á svenska vinstravonginum, stendur at lesa í teirri 3000 síður stóru frágreiðingini.
Í sínum kanningum hevur nevndin kanna virksemið og skjøl hjá bæði sivilum og hernaðarligum fregnartænastum. Harafturat hevur hon avhoyrt næstan 400 fólk, sum hava givið frágreiðing undir revsiábyrgd.