Vinstri bakkur tvey mál

EB/Streymur er komið víðari í steypakappingini. Arnbjør Hansen fekk eitt mál, áðrenn hann fór út við skaða.

 

Leif Niclasen, ið vanliga spælir vinstri bakkur, byrjaði á bonkinum, men tá Arnbjørn Hansen ikki megnaði at spæla meira, Leif Niclasen skiftur inn í álopið, har hann megnaði at fáa bóltin í málið tvær ferðir.

 

Tað er tó ongin loyna, at Leif Niclasen tað mesta av sínum unga lívið hevur verið áloypari, so tað var kanska ikki ein heilt óvon støða hann kom í.

 

Seinasta málið fekk Hans Pauli Samuelsen.

 

Dysturin sjálvur var ikki so ójavnur, sum úrslitið vísir. Nakrir møguleikar vóru til bæði liðini, og nógvi vindurin á Eiðinum gjørdi ikki dystin betri.

 

Í hálvleikinum varð støðan eisini 0-0, og tað vísti seg, at VB/Sumba ikki orkaði meira í seinna hálvleiki, og tá kundu núverandi steypavinnararnir taka yvir.

 

Sostatt hevur EB/Streymur, við trimum stigum í landskappingini og einum sigri í steypakappingini, toga seg eitt lítið fet nærri at endurvinna bragdið frá í fjør.