Vinurin hjá smátjóðunum vann

Taktsika snildið hjá Platini var uttan iva, at hann legði eins stóran dent á atkvøðurnar hjá Føroyum, Liktentstein og Luksemburg, sum mótstøðumaður hansara gjørdi við tær hjá Týsklandi, Italia, Onglandi og Spania

Við atkøðubýtinum 27-23 vann Michel Platini UEFA forsetavalið, sum varð endaliga avgjørt á 31. UEFA kongressini, sum var hildin í Düsseldorf í Týsklandi.
Frá flestu síðum varð frá byrjan roknað við, at nú fyrrverandi forsetin Lennert Johansson fór at vinna ein tryggan valsigur, men so hvørt sum dagurin nærkaðist, nærkaðist Platini eisini valdinum.
 
Lennart hevur gjørt sítt
Tey 16 árini, sum Lennert Johansson hevur sitið í sessinum, er fáur í iva um, at stóri sviin hevur lagt nógv eftir sær. Ikki minst á fíggjarliga økinum, har hann meira enn nakar annar hevur verið maðurin, sum hevur reist UEFA til eitt fíggjarligt stórveldi innan fótbóltin. Eina mest takkað verið inntøkunum frá Champions League, sum støðugt er justerað, so kappingin í dag er ein verulig pengamaskina, har stóru sjónvarpsfeløgini standa í bíðirøð við veldugum peningaupphæddum. Upphæddir, sum aftur koma fótbóltinum til góðar umvegis sosialu býtisskipanina, sum eisini tryggjar meistarunum úr minstu londunum millióna-upphæddir.
 
Dyrgdi eftir smátjóðunum
Tí var eyðsæð, at tað var ikki á hesum økinum, at Platini skuldi seta valstríðið inn. Heldur valdi hann frá byrjan eina kós, har hann fór í dialog við smærru UEFA-tjóðirnar. Ein strategi, sum eisini innibar, at franska legendan var til staðar til tveir av útidystunum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, áðrenn hann á vári í fjør eisini vitjaði her á klettunum.
Tí veruleikin er, at ein atkvøða frá Føroyum telur eins nógv, sum tann hjá Onglandi ger í valstríðnum.
Størstu UEFA-londini hava neyvan nakað av ilskast um við Lennart Johansson, tá um ræður stóra pengakassan, og tí var ætlanin hjá Platini frá byrjan, at spæla upp á smærru londini, sum væl kundu hugsað sær ein størri bita av køkuni.
Og mistakið hjá Lennartsson var, at hann ov seint fann út av effektini, sum hetta hevði. Eitt forkøla aftursvar í tólvta tíma, har Lennartsson skeyt upp, at eitt EM-endaspæl við 24 tjóðum var framtíðin, fekk ongan tíð nakra veruliga ávirkan, og við einum sera teprum meiriluta eydnaðist altso Platini at taka sessin. Ein sigur, sum alt fyri eitt hevur fingið stóru londini og feløgini upp úr stólinum. eitt nú venjaran hjá Manchester United, Alex Ferguson, sum longu fríggjakvøldið heitti á Platini um ikki at broyta Champions League kappingina.
 
Ein livandi legenda
Og so skal altso ikki síggjast burtur, at Platini bara við navni sínum uttan iva hevði stóra vælvild frá flestu UEFA-londunum alt fyri eitt. Ein vælvild, sum kanska ikki gav atkvøður alt fyri eitt, men sukm í øllum førum tryggjaði, at øll vildu geva honum møguleikan at koma til orðanna.
Sum spælari var hann ein av teimum heilt stóru. Hann er einasti spælarin, sum trý ár á rað hevur vunnið gylta bóltin í Europa. Hann hevur vunnið EM, Europa Cup fyri meistara og steypavinnarar, Intercontinental Cup, italska meistaraheitið og steypakappingina. Og hóast hann í útgangsstøðinum spældi á miðvøllinum, so var hann trý ár á rað toppskjútti í Seriu A. Eftir 72 landsdystir fyri Frakland (49 sum liðformaður) gjørdist hann í 1988 franskur landsliðsvenjari, og seinni var hann partur av toyminum, sum fyrireikaði HM-kappingina í Frklandi í 1998. Eisini hevur hann síðani 2002 verið limur í Executive nevndunum hjá UEFA og FIFA, har hann hevur verið formaður í menningardeildini, og hann hevur eisini verið varaforseti hjá franska fótbóltssambandinum seinnu árini.
Tey fýra komandi árini verður hann so í øllum førum sitandi í forsetasessinum í UEFA, og dugir hann eins væl at stýra samgonguni, sum hann stýrdi franska miðvøllinum í vælmaktsdøgum sínum, so verður hann uttan iva eisini sitandi í sessinum í nógv ár.