Fá tær fyrstafloks máltíð á eksklusivari matstovu við útsýni inn á stóra pall á Summar Festivalinum.
Summar Festivalurin og Hotel Føroyar hava í samstarvi gjørt nýggja og eksklusiva matstovu á ársins festivali. Matstovan við hvítu dúkunum og hugnaliga umhvørvinum liggur í garðinum millum Føroya Tele bygningin og Vágsbø.
Úr matstovuni er útsýnið inn á stóra pall á Summar Festivalinum, har stórar útlendskar stjørnur og kendir føroyskr bólkar spæla konsertir.
Matstovan bjóðar sjálvtøkuborð við oksasteik og lambasteik við rómaeplum og salatborði. Eisini er køkuborð, har tað ber til at fáa sær okkurt gott til kaffi omaná. Máltíðin kostar 225 krónur fyri hvønn persón.
Til ber at bíleggja borð á tlf. nr. 582628.
Tá ið køkurin steingir, heldur matstovan fram sum VIP-barr út á náttina.