Nú so nógv hevur verið at hoyra um lívsgóðsku og virðilig ellisár hjá búfólkum á ellisheimum, hevur onkur reagera við at vísa til mangan óvirknu og einsomu tilveruna hjá teimum, sum enn búgva heima.
- Vit ergoterapeutar hava eitt hugtak, sum vit rópa »occupational justice«. Hetta snýr seg um, at ein og hvør hevur rætt til eitt virkið lív, sigur Eina Andreasen, ergoterapeutur, sum arbeiðir Á psykiatrisku deild og eisini hevur arbeitt innan eldraøki í eitt áramál. Hon vísir á, at ein stórur bólkur av eldri fólki dettur niðurímillum í lógini, millum annað, tí tey hava ikki rætt til persónligan stuðul eftir at tey eru fylt 67 ár.
- Tað er eitt paradoks at tosa so nógv um virkin ellisár í bústovnum, tá tey ikki verða mett at hava tørv á einum virknum lívi, meðan tey enn eru somikið fræg, at tey orka, sigur Eina.
Hon greiðir frá, at avleiðingin av, at eldri fólk sita passiv og ofta einsamøll heima er, at tey kenna seg sum ónyttur, og verða alt meira negativ og apatisk. Í tí sambandinum hava tey eisini nógv minni at standa ímóti við sálarliga.
Við at keypa inn
Royndir hennara hava víst henni, at meðan tey gomlu fáa tilboð um ergoterapi, meðan tey eru innløgd, so er onki tilboð, tá tey koma heim.
- Tá kemur Heimatænastan inn í myndina. Men sum er, fevnir tað tilboðið bara um røkt og viðgerð og ikki um at stuðla teimum í øðrum virksemi, sum gevur innihald. Til dømis at taka tey við út at keypa inn ella at gera mat. Nú verður innkeypið bílagt úr handlinum, og maturin borin út úr einum stórkøki. Sum heild átti støðið heldur at verið tikið í tørvinum hjá tí einstaka menniskjanum, sigur Eina Andreasen, sum kortini leggur dent á, at tey hava eitt gott samstarv við Heimatænastuna, men at tey uppliva, at skipanin er ov stirvin.
- Tí kundi eg hugsað mær at skipanin í størri mun sá og tók støðið í einstaka menniskjanum, men hetta krevur samstundis eisini eitt breiðari fakligt grundarlag. Til dømis soleiðis at ergoterapeutar koma við út í heimini og arbeiða við teimum gomlu, sigur Eina Andreasen. Hon fegnast tó um heilsurøktararnir, sum verða útbúnir í hesum árum.
- Teir eru eitt gott íkast, tí teir hava lært at síggja alt menniskja, og ikki bara røktarpartin, sigur Eina Andreasen, sum eisini vísir á, at heimarøktin sum so ikki manglar pening, men fólk.
Nøkur tilboð eru
Eldri heimabúgvandi hava nøkur tilboð. Spurd hvat hon heldur um tey, sigur Eina, at tað er rætt, at dagtilboð eru á ávísum stovnum, men hon leggur enn einaferð dent á, at tað eisini skal vera meiningsfult at vera heima.
- Harumframt hava vit økisterapiina, sum er góð og neyðug, men har eru ikki fíggjarligt rásarúm, so til ber at arbeiða við tí einstaka fólkinum úti í heiminum.