Á bókadøgunum, ið vóru í Norðurlandahúsinum farna vikuskiftið, kunngjørdi Vónbjørt Vang, forkvinna í Rithøvundafelagnum, at felagið hevur sett á stovn eina Ebbu virðisløn.
Virðislønin ber navnið eftir rithøvundan Ebbu Hentze, sum livdi 25. sep.1929 – 20. mai 2015. Virðislønin er ein upphædd á 25.000 krónur, ið verður latin einum persóni, ið nevndin í Rithøvundafelagnum velur. Virðislønin verður handað 20. mai, sum er dagurin tá Ebba Hentze andaðist.
- Tilnevnast kunnu ung fólk, ið skrivar yrkingar, stuttsøgur, sangtekstir, bloggar osfr. Formurin er ikki bundin men avgerandi er, at talan er skaldsligar tekstir við góðsku, samsvarandi hugsjónini hjá Ebbu Hentze, skrivar nevndin í tíðindaskrivi.
Ebba Hentze var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara ídna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum.
Umframt sítt víðfevndi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:
- Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur myndlistaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavnsgrunninum.
Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn EBBU-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto.