Virðislønir handast á Tvøroyri

Søguliga Seglloftið á Tvøroyri verður karmurin tá ið tríggjar av okkara fremstu mentanarvirðislønum skulu latast

Mikukvøldið 25. januar verða Mentanarvirðislønir landsins handaðar á almennum tiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri.

 

Og tað verður Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum handar virðislønirnar.

 

Í ár verða tríggjar virðislønir handaðar. Mentanarvirðisløn Landsins verður latin føroyskum mentafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Virðislønin, sum er 150.000 krónur, verður latin fólki, sum hevur skapað listaverk á høgum stigi.

 

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000, verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Triðja virðislønin er Virðislønin til ungt listafólk, sum fyrstu ferð varð latin í 2011. Virðislønin er 50.000 krónur og er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki.

 

Tey, ið áður hava fingið Mentanarvirðislønir landsins eru:

 

Mentanarvirðisløn Landsins

1998: Regin Dahl


1999: Jens Pauli Heinesen


2000: Ingálvur av Reyni


2001: Eyðun Johannessen


2002: Gunnar Hoydal


2003: Hanus Kamban


2004: - eingin virðisløn latin


2005: Tita Vinther


2006: Zacharias Heinesen


2007: - eingin virðisløn latin


2008: Ebba Hentze


2009: Kári P.


2010: Sunleif Rasmussen


2011: Jóanes Nielsen


2012: Tóroddur Poulsen


2013: Tróndur Patursson


2014: Torbjørn Olsen

2015: Annika Hoydal
 


 

Heiðursgáva Landsins

2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag


2002: Axel Torgarð


2003: Ólavur Hátún


2004: - eingin heiðursgáva latin


2005: Emil Juul Thomsen


2006: Jógvan Isaksen


2007: - eingin virðisløn latin


2008: Martin Tórgarð


2009: Laura Joensen


2010: Jonhard Mikkelsen


2011: Kristian Blak


2012: Marianne Clausen


2013: Árni Dahl


2014: Tey av Kamarinum

2015: J.P. Gregoriussen

 

Virðisløn til ungt listarfólk

2011: Sakaris Stórá, filmslistamaður


2012: Silja Strøm, myndlistakvinna


2013: Trygvi Danielsen, yrkjari


2014: Mattias Kapnas, tónleikari


2015: Andrias Høgenni, filmsleikstjóri