Virðislønir M. A. Jacobsens fyri 25 árum síðan

Á eini samkomu á Býarbókasavninum í Havn 12. november 1978 vóru virðislønir M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs, handaðar.

Virðislønina fyri yrkisbókmentir fekk Maria Eide Petersen, meðan Hans Thomsen fekk virðisløn fyri fagrar bókmentir. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fekk Marianna Dahl.
Tað var Petur Christiansen, táverandi borgmeistari, sum handaði heiðurslønirnar.

Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1979