Virgil van Dijk ikki við til EM

- Eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg kann ikki verða við til EM, soleiðis sum støðan er, sigur Virgil van Dijk.

 

 

Í sjey mánaðir hava teir í Liverpool verið noyddir at klárað seg uttan skadda, Virgil van Dijk. Í einari samrøðu á heimasíðuni hjá felagnum váttar leikarin, at hann verður ikki at síggja í niðurlendska hópinum til EM í summar. 

 

- Eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg kann ikki verða við til EM, soleiðis sum støðan er. Tað er keðiligt, men hetta er rætta avgerðin, sigur Virgil van Dijk. Hann hevur ikki spælt síðan samanstoytin við málmannin hjá Everton, Jordan Pickford, í fjør.

 

Virgil van Dijk hevur verið skurðviðgjørdur fyri knæskaðan, hann fekk undir stoytinum.

 

- Tað gongur rætta vegin, og tað hava ikki verið afturstig. Kortini er støðan, soleiðis sum hon er, og eg noyðist at góðtaka, at eg gerist ikki klárur til EM. Men, eg fari at sakna meistarakappingina, sigur 29 ára gamli leikarin.

 

Sjálvur hevur hann góðar vónir um, at hann verður klárur aftur á Liverpool-liðnum til næstu Premier League-kapping. Meðan Virgil van Dijk hevur verið skaddur, hevur Liverpool-liðið slitist, og gongdin hevur ikki verið nakað at reypa av.

 

- Vit eru ikki nøgdir við kappingina í ár. Saman við øllum tí, sum er hent í heiminum hesa tíðina, hevur hetta verið eitt keðiligt ár, og hetta ger meg enn meira motiveraðan til at koma aftur, sigur Virgil van Dijk.