Gregersen-familjan, sum rekur Fiskavirkið í Gøtu, hevur í mong ár slóðað undan og hevur dugað væl at fylgt tíðarrákinum. Navnframi Oddfríður Gregersen var fjølbroyttur vinnulívsmaður, har hann eitt nú veiddi villan laks, hevði sildaframleiðslu, skip og síðan aling, sum gjørdist til sólskinssøguna við Luna.
Í dag hevur Gregersen-familjan eisini eitt av bestu saltfiskavirkjum í Føroyum við Páll Gregersen sum stjóra. Hetta er eitt stórt arbeiðspláss í Gøtu, og á virkinum starvast í dag fólk úr ikki færri enn 11 ymiskum tjóðum. Fiskavirkið hevur stóran útflutning av saltfiski og hevur altíð havt Italia sum sín høvuðsmarknað.
Páll Gregersen torir eisini at siga, at føroyski fiskurin er heimsins besti.
Áður var klippfiskur høvuðsvinnan í Føroyum - ja, heilt frá byrjanini av 1900-talinum, har fiskurin varð turkaður úti. Men, veðurlagið broyttist, og sum tíðin leið, vórðu tey fyrstu turkihúsini bygd, og eitt nú bygdi abbi Páll Gregersen turkarí í Gøtu.
Men, føroyka klippfiskavinnan datt niður fyri í 1950-unum, tó at eitt nú norðmenn hildu fram við hesi framleiðslu og í mong ár hava útflutt klippfisk fyri miljardir á hvørjum ári.
Í dag eru Páll Gregersen og hansara dugnaligu fólk á Fiskavirkinum í Gøtu aftur farin undir klippfiskaframleiðslu, serliga ætlað ymiskum afrikanskum marknaðum. Stjórin hevur góðar vónir um hesa framleiðslu, sum vit fara at venda aftur til í øðrum greinatilfari seinni.
Sum skilst, er Brasilia eitt av størstu marknaðarlondum Noregs, tá ræður um klippfisk og ymiskar aðrar fiskaúrdráttir, men her eru forðingar mótvegis føroyska marknaðinum, sum ikki hevur havt atgongd til brasilska marknaðin í fleiri ár.
Í føroyskari framleiðsluvinnu verður vónað, at okkara myndugleikar kunnu megna at loysa upp, soleiðis at føroyskar fiskavørur kunnu seljast til Brasilia, ið er ein velduga stórur marknaður, ikki minst innan klippfisk.