Krabbavinna
Í summar fóru føroyingar, sum hava royndir í krabbavinnu í Grønlandi, undir at veiða og virka krabba uppi á landi. Skipið, Bergunn, sum er fyrrverandi Skansatangi, varð keypt til endamálið, og fyrrverandi Sam-Fisk í Álakeri varð leigað til virking av krabbanum.
Umborð á Bergunn vóru einir 8-9 mans, harav fleiri hava verið í krabbavinnu áður, og á virkinum var talið av fólki nakað tað sama. Leiðslan á virkinum hevði eisini drúgvar royndir umborð á krabbabátum í Grønlandi.
Væl av krabba var at fáa, men trupult var at fáa lønsemi í vinnuna á landi. Hóast skipið var úti einar 3, 4 ella 5 dagar hvønn túrin, var krabbin framvegis livandi, tá ið teir komu til lands: Men trupulleikin var, at krabbin misti so nógv bein undir framleiðsluni. Tá ið bein detta av, fellir prísurin, og tá er skjótt, at ov lítið fæst fyri vøruna til tess, at vinnan kann vera lønandi.
Í løtuni er eingin krabbaveiða undir Føroyum og tískil heldur eingin framleiðsla uppi á landi. Teir, sum eiga Bergunn, hava ligið fram við at leigað ein bát, har teir kunnu virka krabban umborð heldur enn í landi.
Verkætlan í Noregi
Í Vardø í Norðurnoregi er normaðurin, Hans Nordgaard og felag hansara, Contrace AS, farin undir at byggja eina áhugaverda verkætlan upp. Teir hava leigað seg inn í gomul høli til tess at byrja varliga og ikki gera tær stóru íløgurnar. Her er ætlanin, at kongakrabbin, sum veiddur verður í russiskum sjógvi, skal virkast. Talið av arbeiðsfólki verður á leið tað sama, sum teir, ið eiga Bergunn, høvdu í Álakeri, eini 8-9 tilsamans.
Tað er russiska felagið, Visir Nord, sum Contrace AS eigur, ið hevur fingið tillutað krabbakvotuna uppá 50.000 stórar kongakrabbar. Henda kvotan er samstundis liður í eini granskingarætlan.
- Tað er trupult at siga, hvør umsetningurin verður, áðrenn vit vita, hvat marknaðurin vil gjalda fyri vøruna. Men vit ivast ikki í, at tað er eitt stórt potentioali í hesi vinnu. Í fjør lógu prísirnir beint niðanfyri 200 norskar krónur fyri kilo av virkaðum krabba. Hóast stórar avbjóðingar liggja í hesi verkætlan, vænti eg, vit verða løntir fyri stríðið, sigur Hans Nordgaard.
Hann vísir á, at krabbin, sum veiddur verður í russiskum sjógvi, verður førdur til lands. Hóast kvotan er russisk, er ætlanin, at meginparturin av veiðini verður landað og virkað í Vardø.
- Í fysta lagi verður ein partur av veiðini kannaður, sum liður í granskingini. Síðan verður krabbin virkaður til marknaðirnar í Japan, USA og Evropa, sigur Hans.
Krabbakvotan, sum Visir Nord hevur fingið, er latin fyri komandi 10 árini.
Í Finnmørkini siga fiskimenn, at kongakrabbin, sum er ein stórur krabbi, er til ?pest og plágu? fyri aðrar veiðihættir í økinum.
Eisini aling
Ætlaninar hjá Hans Nordgaard í Vardø snúgva seg um meira enn veiði og virking. Felagið, Contrace AS, fer eisini at ala krabba, samstundis sum tey fara at virka veiddan krabba.
- Vit hava loyvi at ala eina miljón yngul, men í byrjanini miðja vit eftir at ala 200.000 yngul, sigur hann.
Í mars verða hon-krabbar veiddir í Barentshavinum og førdir livandi til Vardø, har yngulið verður alt í stórum tangum.
- Vit eru greiðir yvir, at hetta er ein stór og avbjóðandi verkætlan, sum neyvan verður uttan trupulleikar. Hetta er eitt óroynt øki, bæði hvat viðvíkur tøkni og menning av fóðuri.
Hans Nordgaard sigur at enda, at verkætlanin í Vardø kemur at fevna um fleiri ár.