Óvirkin gjaldskort og sjálvtøkur

Tey sum ætla sær at brúka gjaldskort ella nýta sjálvtøkurnar í nátt eiga at hava reiðan pening uppi á sær, tá tey fara út í kvøld.

Bankarnir boða umvegis heimasíðurnar frá, at úttøkukort sum MasterCard Debit og Visa Electron, Netbankin umframt sjálvtøkurnar kunnu ikki nýtast sunnunáttina 23. juni í tíðarskeiðnum 01.00 - 08.00.

Vegna umleggingar hjá SDC er ikki atgongd til on-line skipanir í hesum tíðarskeiðnum, og kunnu MasterCard Debit og Visa Electron kort tí ikki nýtast í ein part av omanfyri nevnda tíðarskeiði . Tað sama er galdandi fyri sjálvtøkurnar og Netbankan.

Dankort, Visa/Dankort og MasterCard Credit verða ikki ávirkað av umleggingunum, og kunnu nýtast at gjalda við sum vanligt, meðan umleggingarnar fara fram. Umleggingarnar ávirka allar føroyskar peningastovnar.