Virus herjar landið

Telduvirusin Pretty Park herjar í hesum døgum Føroya land.

Mong eru tey, sum í hesum døgum hava fingið teldupost, har eitt forrit kallað PrettyPark.exe hevur verið viðhongt. Men tá fólk hava roynt at opna hetta forrit er einki hent, uttan, at teldan hevur givið boð um, at forritið ikki kann opnast.

Jú fílurin PrettyPark.exe er eitt forrit. Talan er um eitt forrit, ið er ein sokallað telduvirus.

Tá fólk hava roynt at opna viðhonga fílin, hevur forritið, hóast tað sær út til, at tað ikki riggar, lagt seg inn á skipanina. Í skipanini ger tað, at teldupostur við virusforritinum hvønn hálvan tíma verður sendur øllum teimum, tú hevur liggjandi í adressubókini. Sostætt sendir tældan hjá tær teldupost til tey, tú vanliga samskiftir við, av sær sjálvum, og úrslitið er, at hini fáa somu virus, og so koyrir keturekatiónin víðari frá teldu til teldu.

Eisini tey, ið kjatta, kunnu fáa virusina sendandi gjøgnum ávísu kjattrásina, tey eru á, og har er sama galdandi, sum við teldupostinum. Hon sendir seg sjálva víðari hvønn hálva tíma.

Teldukøn siga, at virusin annar ikki hevur ta heilt stóru ávirkanina á telduskipanir hjá fólki. Men tað kann gerast keðiligt at fáa hana sendandi allan dagin. Hetta er neniliga vandin, um hon legst inn í fleiri telduskipanir. Tá fara teldurnar nevniliga at senda til hvørja aðra.

So boðini frá teldukønum eru, at tú beinan vegin skalt koyra post burtur, ið hevur fíl við navninum PrettyPark.exe viðhongdan.