Miðlatiltakið byrjar kl. 15.00. Fyrst er snarrøðukapping. Nakrir granskarar fara stutt og greitt at siga eina søgu um tað, sum frammanundan er lýst á eini plakat á granskingarmáli, soleiðis at øll skilja hetta. Hetta fáa teir 150 sekund til. Ein dómsnevnd kjósar vinnaran, sum fær heiðursløn.
Áðrenn vinnarin av snarrøðukappingini verður kosin, verður okkurt undirhald á skránni. Hvat hetta er, verður avdúkað á staðnum.
At enda verður ársins miðlaheiðursløn handað. Hetta er eitt herðaklapp, sum verður latið granskara ella øðrum, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum.
Uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking, kunnu sendast til Granskingarráðið á [email protected] ella í boðklivan á facebook.
Úr blaðnum Vísindavøka, Sosialurin 13. september 2024