Visit Faroe Islands: – Vit hava valt ein øðrvísi taktikk, so vit ikki drukna

– Um stutta tíð koma hini ferðaráðini á banan aftur við nógvum pengum. Tá fara vit at síggja tey alla staðni, men tá drukna vit her heima, sigur Guðrið Højgaard og leggur síðani aftrat, at tað tí er serstakliga umráðandi við slíkari umrøðu sum »Remote Tourism« gevur

Mikudagin 15. apríl legði Visit Faroe Islands eitt nýtt lýsingarátak fram. Eitt lýsingarátak, sum enn einaferð fekk stóra og ikki minni góða umtalu í fleiri stórum altjóða miðlum.

Lýsingarátakið verður rópt »Remote Tourism« ella fjarstødd ferðavinna. Men remote tourism í sjálvum sær er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Men hjá Visit Faroe Islands er talan um remote tourism við einum tvisti. Tað serstaka við hesum er, at ferðaleiðarar frá Visit Faroe Islands fara á ymiskar ferðir kring landið við einum ljósmyndatóli á hjálminum, og tey, ið ynskja at luttaka á ferðini fylgja við á á skíggjanum á teldu, teldli ella telefonini heima – hetta eru fólk kring allan knøttin.

Les eisini: Milliónir hava lisið um nýggja átakið hjá Visit Faroe Islands

Kring heimin hava onnur ferðaráð latið freistandi videofilmar úr hondum við vøkrum myndum av landi teirra sum ferðastað og boðskapinum um, at tey ikki taka ferðafólk inn í landið júst nú. Tá koronakreppan er av, fara tey aftur at økja um lýsingarátøkini við nógva ferðir størri peningaupphæddum enn Visit Faroe Islands hevur atgongd til. Hendan framferðarháttin valdi Visit Faroe Islands tó ikki at brúka.

– Tað valdu vit ikki at gera, tí tað gevur einki PR. Vit hava valt ein annan taktikk enn hini. Vit eru eitt pinkalítið ferðaráð, og tí mugu vit hugsa eyka kreativt fyri at náa út, sigur Guðrið Højgaard.

Gurðrið Højgaard greiðir víðari frá, at tað er ómetaliga umráðandi fyri Føroyar og føroysku ferðavinnuna at fáa góða umtalu úti í heimi á hendan hátt, tí á Visit Faroe Islands vita tey, at onnur ferðaráð kring heimin fáa nógv størri fígging enn tey umframt fíggjarlig ískoyti, nú koronakreppan hevur hálað teppið undan ferðavinnuni.

 – Um stutta tíð koma hini ferðaráðini á banan aftur við nógvum pengum. Tá fara vit at síggja tey alla staðni, men tá drukna vit her heima, sigur hon og leggur síðani aftrat, at tað tí er serstakliga umráðandi við slíkari umrøðu.

 – Vit hava vunnið fleiri heiðurslønir, hóast vit hava smá projektir og eru eitt av minstu ferðaráðnum í heiminum. Tað er tí, at vit hava lítil stuttlig og fangandi hugskot, og vit gera nakað, sum er øðrvísi við lítið av pengum og fáum starvsfólkum, sigur stjórin á Visit Faroe Islands.

Hon heldur, at fólk eftir fimm vikur við koronatíðindum og undantakstøðu nú skríggja eftir øðrvísi og positivum søgum.

– Hetta hevur verið væl móttikið, tí fólk sita og droyma um at fara at ferðast og hugsa um næsta túrin, sum tey ætla sær á, tá tey kunnu. Hetta fær tey at ynskja at koma til Føroyar. Og tað er eitt av endamálunum við hesum átakinum. Tí umframt at undirhalda hyggjarnar her og nú, so ynskja vit eisini at fáa tey at hugsa um Føroyar, og hvar tey ætla sær at fara. Eisini vilja vit røkka teimum, sum áttu at havt verið her í og vitjað júst nú, men ikki kunnu vegna koronakreppuna, sigur hon.

Hugskotið er orginalt, og tað eiga tey í Visit Faroe Islands. Hóast fleiri ferðaráð nýta virtural tours, sum eru filmaðar ferðir, so veit Guðrið Højgaard ikki um nakran annan, sum hevur gjørt tað á slíkan interaktivan hátt sum remote tourism ger.

– Tað  er eisini orsøkin til, at vit hava fingið so nógv uppmerksemi frá stórum altjóða miðlum, so sum NY Times og Washington Post, sigur hon.

 

Les alla samrøðuna við Guðrið Højgaard í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið og talgildur her