Óvissa er um virkið í Vestmanna

Tá tú tosar við fólk aftanfyri stóra fiskivinnusamtakið, sum nú er skipið, bendir nógv á, at tey fyrstu virkini, sum lata upp, verða fiskavirkini í Runavík og á Toftum

ÓVISSA

Tá nýggja og stóra fiskivinnusamtakið keypti seks skip og fýra fiskavirkir, vóru fólk fegin í teimum bygdum, har hesi virki liggja.
Á sínum heimasíðum ynsktu kommunur nýggja samtakinum tillukku og góða eydnu eins og fólk, sum hava starvast á hesum virkjum, gingu við einum smíli.
Hjá vágbingum vardi gleðin ikki leingi, tí skjótt frættist, at eitt alifelag í Suðuroy skal yvirtaka stóra fiskavirkið frá samtakinum og brúka tað til kryvjivirki. Kryvjivirki er í Vági, men nú fær felagið nógv betri og rúmligari umstøður.

Vestmanna?
Seinastu dagarnar hevur ligið í kortunum, at virkini í Runavík og á Toftum lata uppaftur heilt skjótt.
Poul Hansen, nevndarformaður, hevur eisini váttað, at virksemi á hesum báðum virkjum kemur í gongd aftur rættiliga skjótt.
Hinvegin hoyrist lítið ítøkiligt um, hvussu verður við fiskavirkinum í Vestmanna, og heilt óhugsandi er ikki, at tað endar sum virkið í Vági, har aðrir taka yvir.
Sosialurin hevur tosað við Poul Hansen, og vit hava eisini tosað við vinnulívsfólk í Vestmanna, men í løtuni ber ikki til at fáa nakað ítøkiligt at vita um, hvussu verður við fiskavirkinum í bygdini.
Spurningurin er, um tað verður samtakið, sum nú er skipað, ið letur virkið uppaftur, ella um tað møguliga verður onkur annar.
Sum skilst, hevur fiskavirkið í Vestmanna annars verið eitt av teimum, sum hevur havt líkinda rakstrarúrslit.

Sterkt vinnulív
Í Vestmanna er annars stór skipavinna og sterkt vinnulív. Fleiri skip eru heimahoyrandi í bygdini, og har eru dugnaligir vinnulívsmenn.
Tá tú tosar við onkran teirra, siga teir seg eisini hava skilt, at fiskavirkið í Vestmanna ikki liggur fremst hjá nýggja samtakinum.
Spurdir, um hugsandi er, at vinnulívið í Vestmanna yvirtekur fiskavirkið, eins og alifelagið í Vági ger, siga vinnulívsfólk, at ov tíðliga er at siga nakað um tað enn.
- Enn veit eingin við vissu, hvat nýggja samtakið ætlar við virkinum í Vestmanna, men eftir tí, ið sagt hevur verið, bendir lítið á, at okkara virkið liggur so frammarlaga í røðini, siga vinnulívsfólk í Vestmanna.