4. brunnurin
Antin í gjár, í dag ella í morgin skuldi 4. boringin á landgrunninum fara í gongd. Til allar tær undanfarnu tríggjar boringarnar hevði útgerðarhavnin í Runavík ein týðandi leiklut. Haðani varð nógv vøra so sum rør og kemikalur flutt út á pallarnar. Støðan hesaferð tykist vera øðrvísi. Í hvussu er stendur stjórin hjá Atlantic Supply Base, Lassi Borðoy sum kánus.
-Eg haldi tað vera sera løgið at fara undir eina verkætlan fyri umleið 200 mill. kr., sum skal serviserast úr Føroyum, uttan at eitt einasta kolli ? ikki eitt gramm er komið til Runavík enn, tveir dagar áðrenn byrjað verður at bora sigur Lasse Borðoy. Tað er krav sambart grein 10 og 11 í løgini, at boringarnar skulu serviserast úr Føroyum vísir hann á.
-Vit skulu hava alt tilfarið og vørur klárt eftir fráboðan frá felagnum, sum stendur fyri boringini. Vit hava roynt at fáa samband við fyristøðufelagið ENI/Agip uttan tó at fáa nakað svar.
Stjórin á útgerðarhavnini sigur, at tað vanliga hevur verið við hinar boringarnar, at tað, sum skal brúkast umborð undir boring, skal umvegis føroyskan kaikant, áðrenn tað fer út á pall ella boriskip.
Lassi Borðoy vónar ikki, at ENI ætlar at broyta praksis, sum hevur verið galdandi við hinar boringarnar og heldur fáa útgerð og tilfar umborð beinleiðis frá bretskari havn. Hann sigur annars, at teir hava havt gott samband við italska felagið alt hetta seinasta árið, nú boringin varð útsett í eitt ár. ?Tey hava verið góð at tosa við og tað er ikki meira enn ein mánði síðani, at logistikkstjórin hjá felagnum var á vitjan í Runavík, har hann hugdi eftir øllum umstøðunum á økinum í Runavík.
Hvat tosa vit so um! Lassi Borðoy sigur, at tá Statoil byrjaði at bora var talan um eini 1000 tons av casing og 400 tons av kemikalum umframt serútgerð og nógv annað. Tá var alt økið fult við útgerð, sum kom í góðari tíð.
ENI hevði annars biðið um fund við útgerðarstøðina fyrrapartin fríggjadagin. ?Eg veit ikki, hvat tey fara at siga við okkum, men eg fari at gera vart við, at vit halda ikki, at hetta er farið rætt fram. Lassi Borðoy sigur seg hava frætt, at boriskipið hevur tikið útgerð til 10 dagar umborð. ?Vit hava fingið at vita, at tað liggja millum 300 og 400 tons av casing og bíðar, sum kemur upp við supplybáti einaferð, men eg veit ikki nær. Vanliga verða brúkt 1000 tons, so eg spyrji bara, hvar hini 700 tonsini eru! Hevur tú 700 tons av casing umborð, so røkkur tað til tann fyrsta mánaðin og ikki til 10 dagar. Eg skilji so heldur ikki, hvussu man ætlar at fáa matvørur út á pallin, tí her eru ongar bingjur heldur.
Nógvur peningur stendur uppá spæl hjá bæði havnini og feløgunum í Runavík. Útgerðarhavnin hevur roknað við einum umsetningi uppá millum 8 og 10 mill. kr. hesar báðar mánaðirnar boringin varar. So kemur Skipafelagið aftrat, sum skal lasta og lossa vøruna. Tað er eisini ein partur av avtaluni. Í báðum førum eru fleiri fólk sett til hesi arbeiði.
Men her er ikki bara talan um stóran miss fyri bæði útgerðarhavnina og Skipafelagið. Tað er tað eisini fyri Runavíkar havn, sum harvið missir vørugjaldið og havnagjald, ið kemur væl við, nú kommunan hevur gjørt stóra íløgu í eitt nú eina oljuhavn.