Óvissan dregur

Tað er onki ævintýrkent við at sita einsamøll í einum kjallara og mála. So eg skapi míni egnu ævintýr við mínum málningum og teknikkum, eg ongantíð havi roynt fyrr, sigur listakvinnan Maria Mørkøre, sum í løtuni hevur eina sera forvitnisliga framsýning í Kunningastovuni í Klaksvík

Um tú fert at leita eftir einum ávísum listarligum stíli á framsýningini hjá Mariu, leitar tú til fánýtis. Teir 19 málningarnir eru ógvuliga ymiskir, bæði í myndevni og teknikki. Men tað er ikki tí, Maria er nøkur óroynd listakvinna. Hon hevur málað burturav í eini 8 ár nú, og hevur nógvar framsýningar á baki.
Tað er avgerðandi fyri meg ikki at læsa meg fasta í nakran ávísan stíl, tí vandin fyri at steðga upp listarliga er ov stórur, sigur Maria. Mær dámar í heila tiki ikki, at heimurin verður ov lættur at spáa um. Tað skal vera pláss fyri at leypa út í, har tú ikki ánar um tú grynnir.
Royndir
Maria sigur, at allir hennara málningar skulu fatast sum royndir, heldur enn lidnir málningar sum so. Hon leitar allatíðina eftir onkrum nýggjum útrykki, helst onkrum, hon ikki hevur sæð á sama hátt áður.
Á hesi framsýningini hevur hon millum annað tríggjar málningar av sama myndevni og við sama heiti. Hesir máningarnir "Á Eiðinum" eru so ymiskir, at tað er ikki fyrr enn tú kagar í skránna fyri framsýningina at tú varnast, at teir eru av sama myndevni. Stílurin flytir seg frá beinum strikum og reinum litum yvir í tað meir tilvildarliga og óróliga.
Teir reinu málningarnir bera boð um eina trongd til at kunna stýra tingunum rundanum teg, haldi eg, sigur Maria. Vit halda okkum hava sama útsýni úr køksvindeyganum hvønn dag, men ljós og veður broyta tað frá eini løtu til aðra. Hvat tú sært, veldst um nær tú hyggur. At mála eitt ávíst útsýni er ivaleyst bara ein roynd at halda nøkrum fast.
Tað tekur langa tíð at mála teir reinum málningarnar. So tá eg eri liðug við ein av teimum, má eg sleppa at mála okkurt her og nú við fullari ferð. Sleppa takinum og lata litir og rørslir gera av, hvagar leiðin gongur.
Á ferð í hugaheiminum
Myndevni hava ongantíð havt serliga stóran týdning fyri meg, sigur Maria. Tí havi eg ofta fleiri málningar av somu meir ella minni tilvildarligum uppstillingum, har eg eksperimenteri við ymsum teknikkum á sama myndevni. Á tann hátt kemur nýggja útrykkið heldur enn myndevni at spæla størsta leiklutin.
Eg máli heldur ikki fyri at eftirlíkna veruleikan, kanska heldur fyri at finna hann. Veruleikin broytist alt eftir, hvør sær hann og nær. Tí eru mínir málningar bara egnar tulkingar av tí, eg síggi og ikki av tí, onkur heldur, at eg átti at sæð. At mála er fyri meg ein ferð í hugaheiminum, sum ongan enda fær. Tað, sum í løtuni er mest áhugavert á hesi ferðini, er spenningurin millum tað trygga og óvissuna, millum tað náttúrukenda og tað meir mekaniska. Tað kemur ivaleyst nokk so týðiliga til sjóndar í málningunum av "Á Eiðinum".
Prikkamyndir
Sum nakað nýtt roynir Maria seg hesuferð við einum teknikki, har hon nýtir smáar prikkar í staðin fyri penslastrok.
Vit liva fyri ein stóran part í einum visuellum heimi, har alt er sett saman av smáum prikkum. Eg havi vist altíð verið rættiliga hugtikin av tankanum um, at myndir og sjónvarpsmyndir í grundini bara eru smáir prikkar, settir saman á ein hátt, soleiðis at vit ikki longur varnast teir og bara síggja myndina, sigur Maria.
Tað er eitthvørt provokerandi við hesum málningunum. Prikkarnir eru nóg smáir til at skapa eina mynd, men ov stórir til at tú kanst lata sum, tú ikki sær teir. Tað er, sum myndirnar støðugt minna teg á, at onki er, sum tað sær út til at vera. Á ein hátt kennir tú teg snýttan, samstundis sum hesar myndirnar, meir ein nakrar aðrar fortelja tær øgiliga beinleiðis, hvussu tær eru gjørdar. Prikkarnir geva myndunum eina heilt serliga dýpd við einum science-fiction kendum dámi yvir sær, samstundis sum tað luftiga ljósspælið fær tankarnar at leita til aftur til teir eldru, fronsku impressionistarnar.
Hesar myndirnar eru eitt boð uppá, hvussu tað, vit síggja, í grundini er skrúvað saman, sigur Maria. Eg havi onki endaligt svar, og tað hevur neyvan nakar annar heldur. Onki er so dragandi sum óvissan. Hon gevur mær jú eisini møguleika at halda fram at mála í tað óendaliga.
Einfalda strikan
Fyri at kunna mála mást tú fyrst duga at tekna. Maria hevur altíð teknað, og seinni fór hon á listaskúla í tvey ár, har hon legði seg eftir at fínpussa teknikkirnir.
Nógv er hent síðani tá, men hon vendir altíð aftur til ta einføldu tekningina. Á hesi framsýningini hevur hon tvær tekningar við "Prestvegur" og "Í Brekkuni", teknaðar við svartari kolstift, kámað út í gráar tónar, sum minna teg á, at uttan mun til úrslitið, er útgangsstøðið hjá einum listamálara altíð ein einføld strika.