Óvist, hvør fer at fiska av kvotuni

Fiskivinna

Nú trætan millum Føroyar og Grønland um kongafiskin í Irmingarhavinum er loyst, er óvist, hvør fer at fiska av eykakvotuni, sum Føroyar hava fingið.
Talan kann vera um trý skip; Akraberg, Ljósafelli og Enniberg.
Í løtuni fiskar Akraberg undir pólskum flaggi og av pólskari kvotu, meðan Ljósafelli, sum eisini er í Irmingarhavinum, fiskar sambært veiðiavtalu av kvotu hjá grønlendskum reiðaríi. Enniberg hevur júst verið í Bretlandi og selt, og tað er ikki óhugsandi, at teir kanska eisini hava áhuga í hesi kvotu.


Landsstýrið
tekur støðu

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at landsstýrið fer nú at viðgera, hvør ella hvørjir skulu fiska eykakvotuna.
- Samanlagt eiga vit nú 400 tons eftir av kongafiski í Irmingarhavinum, og eg ivist ikki í, at okkurt av hesum skipum fer eftir teimum.
Landsstýrismaðurin sigur, at onnur skip verða ikki sett inn at fiska hesa kvotu.