Nýggja sandoyðarferjan Teistin fer sum teimum flestu kunnugt at sigla av Gomlurætt til Skopun komandi tíðina, men Strandferðslan veit ikki at siga við vissu, nær Teistin fer sín fyrsta túr tvørtur um Skopunarfjørð.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskip Landsins, sigur, at teir royna at fáa Teistan at sigla skjótast gjørligt, men at tað er ymiskt, sum skal uppá pláss, áðrenn Teistin er til reiðar. M.a. skulu royndartúrar gerast, skipið skal vísast fram bæði á Sandoy og í Havn, og ymiskt annað praktiskt skal fella uppá pláss, áðrenn Teistin fer at sigla dagliga rutu millum Gomlurætt og Skopun.
Vónandi verða tað ikki eins nógvir trupulleikar við Teistanum og við nógv umtalaða Brimli, so sandoyingar ikki noyðast at bíða alt ov leingi.
Ritan farin at sigla aftur
Seinastu tíðina hava Nólsoyingar siglt við Másanum út til Nólsoyar, men nú er Ritan aftur farin at sigla hesa leið.
Orsøkin til, at Másin hevur siglt um Nólsoyafjørð seinastu tíðina, er hon, at Ritan hevur verið til eftirlit, sum øll skip av trygdaráðum skulu einaferð um árið.
Scania til landið mikudagin
Eisini hevur Strandferðslan leiga nýtt skip til siglingina um Leirvíksfjørð, og er navnið á skipinum Scania. Stranferðslan upplýsir, at Scania kemur til landið longu mikudagin seinnapart, og at farið verður í gongd við siglingina so skjótt hon er til reiðar, og eru tað góð tíðindi fyri klaksvíkingar.