Summarið 2007 skrivaði Fernando Torres undir sáttmála við Liverpool, sum stendur í 20 miljónum bretskum pundum. Mong eru samd um, at talan er um besta keypið hjá Liverpool í fleiri ár.
Men táverandi venjarin hjá Atletico Madrid, Javier Aguirre hevði ikki fingið nakað, sum helst at vita um, at Fernando Torres skuldi seljast, fyrr enn sáttmálin var klárur.
- Eg fekk at vita um søluna í sponsku fjølmiðlunum, sigur meksikanski venjarin, sambært svenska Aftonbladet. 24 ára gamli, Torres verður mettur at verða ein av heimsins bestu álopsspælarum. Í fjør vann hann EM við Spania, og í sínum fyrsta kappingarári í Onglandi skeyt hann 24 mál fyri Liverpool.
Javier Aguirre vildi ikki sleppa Torres. - Eingin spurdi meg til ráðs, og eingin fortaldi meg um sáttmálan, fyrr enn alt var klárt at skriva undir, sigur Aguirre.
Javier Aguirre fegnast kortini um, at tað hevur gingist væl hjá Torres í Liverpool. Leygardagin var Torres ein støðug hóttan hjá Manchester United í dystinum, sum Liverpool vann 4-1.
- Fernando gav alt fyri Atletico Madrid. Hann er ein sannur yrkisspælari. Nú fremur hann stór ting í verki í Onglandi - hann er veruliga blivin vaksin, undirstrikar Javier Aguirre