Vistu av ongum fyrrenn teir vórðu koyrdir til hús

Tummas Arabo visti ikki av nøkrum, fyrrenn telefonin ringdi mánakvøldið og hann fekk boð um, at hann ikki longur var nevndarlimur í Føroya Fiskavirking

Fiskasølan & Fiskavirking

? Eg visti ikki av nøkrum, fyrrenn Framtaksgrunnurin ringdi og eg fekk at vita, at Føroya Fiskasøla hevði fingið nýggja nevnd og at eg ikki longur var nevndarlimur í Føroya Fiskasølu.
Tummas Arabo var tikin á bóli, tá ið hann mánakvøldið fekk at vita, at Fiskasølan og Fiskavirking skuldi leggja saman.
Tað hendi mánakvøldið, undir so duldum umstøðum, at tað meststum líktist einum kvetti.
?Framtaksgrunnurin eigur bæði Fiskasøluna og Fiskavirking og hann hevur so gjørt av at leggja fyritøkurnar saman og at senda nevnd og leiðslu í Fiskasøluni til hús og at lata alt upp í hendurnar á leiðslu og nevnd í Fiskavirking.
Tummas Arabo veit ikki, hvat hetta fer at merkja fyri framtíðina hjá fiskivinnuni á landi.
Men hann heldur ikki, at Fiskavirking hevur sýnt serliga stórt hugflog í royndunum at menna føroysku fiskivinnuna.
Hinvegin heldur hann, at Fiskasølan hevur verið meiri framrættað. Fiskasølan hevur virkið í Hvalba og í Vági, umframt at hon hevur sett pening í alivinnuna í Suðuroy. Harafturat hevur Fiskasølan laksavirkð í Fuglafirði, umframt virki í Hirtsals og Fiskasølu í Onglandi og í Fraklandi.
Alt hetta fær Fiskavirking nú undir sítt veingjabreiði og spurningurin er nú, hvørja framtíð hesi virkini hava.
Aðrar keldur í Fiskivinnuni vísa á at Fiskavirking hevur stóra framleiðsluorku norðanfjørðs, bæði til feskan fisk og á tí stóra saltfiskavirkinum á Toftum.
Og mett verður, at sostatt er Fiskavirking ikki serliga áhugað í at halda fram við virkjunum í Suðuroy, men fer at flyta virksemið norðurum fjørð á virkini á meginøkinum.
? Um virkið í Hvalba og virkið í Vági ikki steðga í morgin, so fara tey helst at steðga um eina tíð, halda fiskivinnukeldur.
Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking, boðaði í útvarpinum frá í gjár, at hann hevði onga viðmerking og nevndarformanninum í Framtaksgrunninum fingu vit ikki ikki fatur á.